Orkunýtslan í Norra vaks heili 7 prosent frá 2009 til 2010, vísa tøl frá norsku hagstovuni.
Bruttotjóðarúrtøkan hjá Norra (meginlandinum) fall 1,3 prosent í 2009, men vaks aftur árið eftir við meira enn 2 prosentum.
Saman við harða vetrinum í fjør hevði hetta við sær, at flestu norðmenn lótu vera við at spara upp á streymin, skrivar Teknisk Ukeblad.
244 TWh
Samanlagt var orkunýtslan innanlands 244 terawatttímar (TWh). Ráevni eru íroknað, men ikki orkuframleiðandi vinnugreinar sum olju- og gassútvinning.
Av samlaðu orkunýtsluni stóð ravmagn fyri 46 prosentum, ein vøkstur upp á 7 prosent. Nýtsla av oljuúrdráttum stóð fyri 39 prosentum av orkunýtsluni, ein vøkstur upp á 6 prosent.