Kristian F. Guttesen takkar fyri seg

Hevur sín seinasta arbeiðsdag á SEV í morgin.

Fyri tveimum árum síðani fór konan úr starvi fyri aldur.

Og nú takkar eisini hann fyri seg av somu ávum.

Í morgin er seinasti arbeiðsdagur hjá vestmenninginum, Kristiani F. Guttesen, á SEV.

Goymsluleiðari

Eftir stívliga 22 ár í tænastu hjá elfelagnum, leggur hann nú frá sær fyri aldur. Kona hansara, Edith, starvaðist eisini í meira enn 20 ár í bókhaldinum hjá SEV.

Kristian Guttesen byrjaði hjá SEV 1. desember 1987. Hann hevur meginpartin av hesi tíðini verið goymsluleiðari Inni á Fjørð í Vestmanna. Í fjør segði hann seg úr hesum starvi, og varð avloystur av Jonsvein á Rógvu. Kristian helt tó fram sum vanligur goymslumaður.

Nú gevst hann so með alla eftir trúgva og dygga tænastu.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking