Bæði Norra og restin av Evropa standa fyri umfatandi útbygging av veðurlagsvinarligari vindorku. Men málið um minni útlát av veðurlagsgassum kann elva til trupulleikar í sambandi við onnur umhvørvisatlit, sum náttúrumargfeldi og fuglalív.
Kjetil Bevanger, sum er granskari á Norsk institutt for naturforskning (NINA), vil hava strangari loyviskrøv til undankanningar av nýggjum vindorkuverkum, til tess at minka um trupulleikarnar.
Kunnleiki krevst
– Fugladeyði við vindorkuverk kann minkast munandi við røttum staðsetingum av myllunum. Hetta krevur kunnleika. Krøv um skikkaðar árinsgreiningar mugu takast við í loyvistreytirnar fyri nýggjum vindorkuverkum, sigur hann við Teknisk Ukeblad.
– Vit hava lógarverkið, ið krevst. Tað stendur til myndugleikarnar at seta krøv til, hvørjar undankanningar skulu gerast fyri at fáa loyvi. Í dag noyðist Statkraft at lúka strangari krøv til vindorkuútbygging í Týsklandi enn teir gera í Norra.
Havørn og rýpa
Kjetil Bevanger hevur staðið á odda fyri granskingarverkætlanini BirdWind, um trupulleikarnar millum fugl og vindorku á oynni Smøla. Úrslitini verða løgd fram á eini altjóða granskingarráðstevnu í Tróndheimi hesa vikuna. Umleið 300 granskarar úr meira enn 30 londum luttaka á ráðstevnuni.
Vindparkin á Smøla er ein tann fyrsta og størsta í Norra við 68 vindmyllum.
Síðani 2006 hava meira enn 40 havørnir og útivið 50 rýpur latið lív í samanbrestum við vindmyllurnar. Stóra talið kom óvart á bæði granskararnar og Statkraft, sum eigur vindparkina.
Rýpuslagið, ið heldur til á Smøla, finst bara har.
Fugladeyðin kundi í stóran mun verið fyribyrgdur við eini aðrari staðseting av myllunum, heldur Bevanger.
– Tað vórðu ikki gjørdar nóg góðar undankanningar. Við neyvari kanningum kundu vit vart nøkur umráði betur og harvið avmarkað vandan fyri fuglasamanstoytum.
Fyribils steðgur
Granskingarverkætlanin avdúkaði eisini, at flestu fuglasamanstoytirnir hendu um várið, og at summar vindmyllur vóru verri enn aðrar.
– Fugladeyðin kann avmarkast upp aftur meira við at eyðmerkja vánaligastu myllurnar og steðga teimum í ávísum tíðarskeiðum. Statkraft himprast eitt sindur, men um tað eydnast okkum at fáa ávíst, hvørji tíðarskeið eru vandamiklast fyri fuglarnar, verður talan helst um stuttan steðg og harvið minst møguligt tap í orkuframleiðsluni, sigur Bevanger.
ES-krøv
Fleiri vindorkuverkætlanir eru í umbúnað framvið allari norsku strondini. Eisini ES dúvar nógv uppá vindorku til tess at røkka málinum um í minsta lagi 20 prosent varandi orku innan 2020.
Til tess at fyribyrgja trupulleikum millum vindorku og náttúrumargfeldi hevur ES sett í verk greið krøv um undankanningar og góðkenning av nýggjum verkætlanum í viðkvomum umráðum, segði Michael O'Brian frá umhvørvisdirektoratinum hjá ES á ráðstevnuni í Tróndheimi.
Krøvini bera millum annað í sær, at ein ætlað útbygging kann steðgast tíðliga, um undankanningar vísa, at trupulleikar eru við fuglalívi og margfeldi.