Krevja sama streymprís í øllum landinum

78 prosent av norðmonnum krevja felags streymprís fyri alt landið. 13 prosent eru ímóti.

Streymprísurin eigur at vera tann sami í øllum landinum, halda 78 prosent av norðmomnnum.

Hetta kemur fram í eini kanning, sum norska blaðið Nationen hevur gjørt.

17 prosent taka ikki undir við, at sami prísur skal vera galdandi fyri alt landið. Móststøðan ímóti einum felags prísi er størst í Oslo og Akershus

Íbúgvarnir í Mið-Noregi eru mest jaligir fyri sama streymprísi, skrivar Nationen.

Miseydnað liberalisering

Eins og í hinum skandinavisku londunum er ein liberalisering farin fram á eløkinum í Norra seinastu árini.

Henrik Karlstrøm, ið starvast sum granskari á NTNU, heldur, at liberaliseringin bæði hevur verið væl og minni væl eydnað.

– Var endamálið við liberaliseringini at skapa betri samfelagsbúskaparligan effektivitet, hava broytingarnar tænt endamálinum. Í dag brúka vit færri pengar upp á at gera somu nøgd av streymi. Men var málið at fáa prísirnar niður sum avleiðing av fríari kapping, hava broytingarnar verið púra miseydnaðar, sigur Henrik Karlstrøm.


17.03.2025
Earth Hour 2025