Kreppurakt danskt orkufelag selur vindmylluparkir

Kreppurakta danska felagið Scan Energy selur tríggjar týskar vindparkir fyri 775 mió. kr.

Kreppurakta orkufelagið Scan Energy hevur selt tríggjar týskar vindparkir við einum samlaðum mátti upp á 91MW til sveisisku orkufyritøkuna EOS Holding.

Søluprísurin er umleið 775 mió. kr., og sum lið í avtaluni skal Scan Energy framvegis taka sær av vinnuligu og teknisku umsitingini av seldu parkunum fyri EOS.

Vilja hava eina endurskipan

Nevndin í Scan Energy hevur sambært einum tíðindaskrivi júst sent inn eina formliga fráboðan um eina endurskipan av móðurfelagnum hjá fyritøkuni, Scan Energy A/S, samstundis sum hon viðgongur, at fyritøkan framvegis hevur "stórar fíggjarligar avbjóðingar."

Scan Energy A/S hevur tí formliga boðað frá eini endurskipan, sum fer fram í sátt og semju við høvuðsbankarnar og stóru kreditorarnar hjá felagnum, og verjir felagið ímóti at fara á húsagang. Undir eini endurskipan fær felagið møguleika fyri í friði og náðum at få staðfest virðið á ognunum hjá fyritøkuni. Talan er um fleiri vind- og sólparkir í Týsklandi, Fraklandi, Spania og Póllandi, sum Scan Energy eigur einsamalt ella saman við øðrum.

Skjalfesta stór virði

- Talan er um eina sera góða avtalu og ein góðan prís, sum avgjørt hjálpa til við at loysa álvarsomu fíggjarligu avbjóðingarnar hjá fyritøkuni. Avtalan skjalprógvar ikki bert, at stór virði eru í Scan Energy, men eisini at hesi virðini kunnu realiserast umvegis áhaldandi arbeiði og stórt tolsemi. Tó er langur vegur á mál, áðrenn samsvar er millum inntøkur og útreiðslur, sigur Jens Bigum, nevndarformaður í Scan Energy, sambært Jyllands Posten.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking