Kostnaður ásettur fyri løðing á almennu løðistøðunum hjá SEV

Kostnaður ásettur fyri løðing á almennu løðistøðunum hjá SEV
Prísskipan fyri almenna løðing av elbilum kemur í gildi 5. oktober.

Síðani fyrstu almennu løðistøðirnar hjá SEV vóru settar upp í desember 2015, hevur verið ókeypis hjá føroyskum elbilaeigarum at løða bilin í eini royndartíð. Hendan royndartíðin er av, og eftir 5. oktober verður ikki longur møguligt at løða elbilin uttan kostnað á almennu løðistøðunum hjá SEV.

Elbilaeigarar skulu frameftir rinda fyri orkuna, sum nýtt verða at løða elbilin. Prísurin fyri hvønn kW-tíma er settur at vera 1,95 kr., og er tann sami fyri DC-skjótløðistøðir sum fyri vanligu AC-løðistøðirnar. Umframt kostnað fyri hvønn kilowatttíma er ásettur ein minuttprísur fyri tíðina, sum bilurin er knýttur at løðistøðini.

Minuttprísurin er ásettur fyri at tryggja, at fólk ikki lata bilin vera knýttan at løðistøðini óneyðuga leingi, og harvið forða øðrum at sleppa framat.

Bíligari um náttina  

Munur er á minuttprísinum fyri DC-løðing og fyri AC-løðing. Fyri vanliga AC-løðing rindar tú kWt-tímaprís, umframt 10 oyru pr. minutt millum kl. 8 á morgni og 22 á kvøldi. Eftir kl. 22 og fram til kl. 8 á morgni rindar tú kWttímaprís + 2 oyru pr. minutt.

Fyri DC-skjótløðing er prísurin eisini 1,95 kr. pr. kWt umframt 1 kr. pr. minutt. Hetta er galdandi alt samdøgrið.

Løðistøð

kWt gjald v/MVG

Minuttgjald v/MVG

Tíðarskeið

AC-løðing

1,95

0,10 kr/min

Millum kl. 08 - 22

AC-løðing

1,95

0,02 kr/min

Millum kl. 22 - 08

DC-løðing

1,95

1,00 kr/min

Alt samdøgrið

“Almennu løðistøðirnar eru ikki ætlaðar at vera fremsta val til løðing av elbilum”, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV. “Elbilar eiga at verða løddir heima, og løðistøðirnar eru settar upp sum bráfeingisloysn, tá á stendur. Vit vænta, at prísskipan á almennu løðistøðunum fer at minka um bíðitíðirnar við løðistøðirnar”, sigur Hákun Djurhuus.

Soleiðis rindar tú fyri løðing á almennu løðistøðunum hjá SEV

Løðingarnar verða rindaðar so hvørt umvegis elbil.fo. Prísskipanin er soleiðis háttað, at neyðugt er at vera skrásettur brúkari á elbil.fo fyri at kunna løða bilin.

Tá tú skrásetur teg sum brúkara á elbil.fo, stovnar tú samstundis eina kontu, og fyllir peningur inn á, fyri at kunna rinda fyri løðingarnar. Løðingarnar verða avroknaðar á staðnum, og peningur verður tikin av tíni kontu á elbil.fo. Skipanin tekur ikki pening beinleiðis av tínum gjaldskorti, men í staðin av kontuni á elbil.fo, sum tú flytir pening inn á. Til ber at fylgja við salduni á hesi kontu inni á elbil.fo, og syrgja fyri, at nóg mikið altíð er á kontuni til at løða bilin fyri. Fyri at byrja eina løðing, skulu í minsta lagi 25 kr. vera á kontuni.

GG! Til ber at fylla pening á kontuna eftir midnátt mánanáttina 5. oktober. Kundatænastan hjá SEV svarar telefonum frá kl. 7 mánamorgunin 5. oktober.

Sí eisini góð ráð og vegleiðing um løðing


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking