Framgongd hevur verið í sølu av elorku innan flestu kundabólkar higartil í ár, var staðfest á regluliga eykaaðalfundinum hjá SEV í dag
Tá koronufarsóttin í vár av álvara gjørdist veruleiki í Føroyum, setti SEV alt fyri eitt tiltøk í verk, fyri at verja veitingartrygdina. Samstundis fyrireikaði felagið seg til eina møguliga afturgongd í søluni av elorku, um so var, at virksemið í samfelagnum minkaði munandi, og stig blivu tikin til at eftirhyggja rakstur og íløgur. Framlit vóru gjørd, og arbeitt hevur verið eftir einum av framlitunum alt árið.
Samanumtikið hevur koronufarsóttin higartil tó havt lítla ella onga ávirkan á eftirspurningin eftir elorku í samfelagnum.
Á eykaaðalfundi seinasta heyst boðaði nevndin frá møguligari príshækking í 2021. Eykaaðalfundurin samtykti tó í dag tilmæli frá nevndini í SEV um ikki at hækka elprísin. Sostatt verður elprísurin komandi ár óbroyttur í mun til í ár.
Samtykt varð at játta felagnum loyvi at útvega sær 1,2 mia. kr. í fígging av framtíðaríløgum. Bróðurparturin av hesi fígging er ætlaður pumpuskipan í Vestmanna, sum hevur alstóran týdning, skulu vit røkka málinum um 100% burðardygga elorkuframleiðslu á landi í 2030.
“Pumpuskipanin er avgerandi fyri, hvussu nógv vindorka fæst inn á elskipanina, og ein seinkað pumpuskipan kann lættliga gerast ein fløskuhálsur á grønu kósini”, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.
Sitandi nevnd nýtti høvið at takka fyri seg og eitt fýraáraskeið, sum hevur verið merkt av nýhugsan og nýskapan, og har nevndin er farin undir samskifti við avvarðandi myndugleikar m.a. um møguliga nýskipan av elorkuøkinum.
Tak niður