Koplingarstøðin í Vestmanna eitt sindur seinkað

Koplingarstøðin í Vestmanna eitt sindur seinkað
Verður væntandi tikin í nýtslu fyrst í komandi ári

Eftir uppruna tíðarætlanini skuldi støðin staðið liðug í apríl í ár, og verið klár at tikið í nýtslu í heyst. Av ymsum orsøkum, m.a. Koronatiltøkum, hevur tó verið neyðugt at dagføra hesa tiðarætlanina.

Kanjon er í ferð við at leggja seinastu hond á byggiarbeiðið, sum væntast at verða liðugt tíðliga í heyst, og væntandi verður støðin tikin í nýtslu fyrst í komandi ári.

Umfatandi kaðalumleggingar og aðrar tillagingar skulu til, áðrenn spenningur verður sett á, og støðin verður tikin í nýtslu.

Nýggja koplingarstøðin kemur í staðin fyri verandi koplingarstøð á Válinum, sum skjótt hevur tænt fyri seg.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking