Kongur elbilanna til Føroya

Í næsta mánaða kemur "Kongur elbilanna", elsportvognurin Tesla Roadster, til Føroya á stutta vitjan í sambandi við elbilaráðstevnuna, sum SEV skipar fyri.

"Kongur elbilanna".

Soleiðis verður elsportvognurin hjá kalifornisku elbilafyritøkuni Tesla Motors, Tesla Roadster, kallaður millum elbilafjepparar.

Hesin 395 cm langi og 113 cm breiði og snøggi bilurin verður at síggja á elbilaráðstevnuni, sum SEV skipar fyri í Norðurlandahúsinum 15. februar.

Á ráðstevnuni fara umboð fyri orkufeløg í Íslandi, Grønlandi og Føroyum at sammeta elbilaroyndir sínar higartil í teimum trimum Útnorður-londunum.

Elsportvognur fangar eygað

SEV hevur í hesum sambandi m.a. boðið umboðum fyri Tesla Motors í Danmark at koma higar at vísa Tesla Roadsters-sportvognin fram.

Hesum hava teir játtað - og tað verður ivaleyst nakað, sum fer at fanga eygað!

Saman við bilinum koma tvey umboð fyri fyritøkuna til Føroya við "Norrønu" 14. februar. Tey fara sjálvandi eisini at greiða innbodnu luttakarunum á ráðstevnuni nærri frá bilinum og virkseminum annars hjá Tesla Motors á elbilaøkinum.

Tesla Roadster kann koyra millum 330 og 350 kilometrar upp á eina løðing. Bilurin hevur lithium-ion-battarí og kann við sínum 248 hk koma upp á 100 km/t eftir minni enn 4 sekundum! Sambært speedometrinum er mesta ferðin annars 210 km/t.

Ikki er greitt, hvat "Kongur elbilanna" hevði kostað í Føroyum, men í Danmark er prísurin á hesum snotuliga og kvika bilinum umleið 700.000 kr.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking