árs næmingar á elbreytini á Glasi vóru gjár saman við lærara sínum Símun Petersen á vitjan á Havnarverkinum í sambandi við lærugreinina ‘Dimensionering’,
Poul Eli Ellebye Olsen, montørur, greiddi frá um dimensionering, serliga í mun til løðistøðir, og næmingarnir fingu loyvi til at hyggja nærri at og inn í Alpitronic Hypercharger 150 kW løðistøðina.
Eisini fingu teir frágreiðing um eitt nú streymstýring, hvørji tilmæli SEV hevur viðv. kaðlum, sikring, HPFI osfr.
Næmingarnir nýttu høvið til at seta spurningar. M.a. um uppseting av Inch Pro heimaløðistøðum og Etrel løðistøðum.
Hetta er annað árið á rað, at 2. árs næmingarnir á elbreytini koma niðan á Havnarverkið í sambandi við dimensionering.
Fyri koronufarsóttina hava fleiri flokkar á 3. ári vitjað í Húsahaga til breiðari kunning um elorku, og ætlan er um at taka hetta uppaftur.
“Vit halda tað vera umráðandi fyri SEV at hava gott samstarv við skúlarnar”, sigur Eyðun Djurholm, leiðari á Innleggingardeildini, tí vit vilja eisini vera við til at leggja nakað gott niður í hesar komandi elektrikararnar; m.a. eitt størri forstáilsi fyri elorkuøkinum sum heild.”