SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Kol aftur á breddan

Kol aftur á breddan

Týska niðurlagingin av kjarnorku letur dyrnar upp fyri koli, heldur pólski forsætisráðharrin.

Framleiðarar av fossilari orku sum Norra og Pólland standa klárir at fylla holið í týsku orkuveitingini, eftir at samveldisstjórnin hevur gjørt av at gevast við kjarnorku um tíggju ár.

- Úr einum pólskum sjónarmiði er hetta ein kærkomin avgerð, sigur pólski forsætisráðharrin Donald Tusk við Wall Street Journal

– Hetta ber í sær, at kolorka kemur aftur á breddan.

Í 2022 skulu øll 17 kjarnorkuverkini í Týsklandi vera latin aftur. Orkunýtslan skal skerjast við 10 prosentum, og sól- og vindorkan útbyggjast.

Tørvur á fossilari orku

Men lond, ið hava fossila orku at selja, dúva upp á, at tað ikki er nógmikið. Norra er teirra millum. Olju- og orkumálaráðharrin Ola Borten Moe heldur, at kjarnorkan er neyðug til tess at tryggja heiminum orku, men at Týskland kann klára seg uttan.

– Sannlíkt er, at Týskland kann sleppa sær av við kjarnorkuna, og fyri norska gassorku gevur hetta møguleikar fyri útflutningi og virðisskapan, sigur Moe við Dagens Næringsliv.

– Vit hava brúk fyri meiri gassi. Eftir avgerðina í Berlin fer gass at standa fyri vøkstrinum, sigur ES-orkukommisserurin Günther Oettinger við Reuter-tíðindastovuna.

Pólland og gass

Serfrøðingar rokna við, at fleiri gassorkuverk verða bygd ístaðin fyri vind- og sólorku, sum veita nógvan streym sumar tíðir og lítið aðrar tíðir. Týskarar er longu farnir undir at innflyta meiri brúnkol úr Póllandi og kjarnorku úr Fraklandi, skrivar Euractiv.

– Ber til at útvinna meiri gass í stórum nøgdum, kunnu eisini vit leggja okkum eftir gassorkuverkum, sigur Donald Tusk.

Euractiv hevur tosað við diplomatar, sum siga, at kol og gass verða týdningarmiklar orkukeldur í eini skiftistíð. Svenski umhvørvismálaráðharrin Andreas Carlgren hevur skírt útfasingina av kjarnorkuni órealistiska, og heldur, at neyðugt er við eini heildarætlan til tess at kunna beina fyri kjarnorkuni og veðurlagsútlátunum. Ein japanskur diplomatur heldur, at týskarar áttu at havt gjørt eina fullfíggjaða meting av orkutrygdini, áðrenn teir samtyktu útfasingina.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking