Klæmint Weihe takkar fyri seg í SEV

Klæmint Weihe fer úr stjórastarvinum á SEV 1. oktober, tá hann tekur við sum stjóri í Maskinverkstaðnum á Hjalla, sum hann keypir ein part av. Harumframt hevur hann eisini tikið sæti í nevndini í P/F Stórutjørn. Klæmint Weihe hevur starvast hjá SEV í sløk 28 ár og verið stjóri seinastu 25 árini. Hann verður kortini knýttur at SEV eina tíð frameftir sum ráðgevi

1. oktober í ár verður SEV 61 ár, og sama dag leggur Klæmint Weihe, sum hevur verið stjóri í Elfelagnum næstan helvtina av tíðini, frá sær.

Klæmint Weihe hevur ynskt at fara úr stjórastarvinum á SEV 1. oktober, tá hann tekur við sum stjóri í Maskinverkstaðnum á Hjalla, sum hann keypir ein part av. Hinir eigararnir í Maskinverkstaðnum eru Sp/f Kerið, P/f Faroe Ship, P/F Alma og Sp/f VR-bilar. Klæmint Weihe hevur eisini tikið sæti í nevndini í P/F Stórutjørn.

Klæmint Weihe hevur starvast hjá SEV síðani 1. januar 1980. Fyrstu tvey árini arbeiddi hann sum verkfrøðingur í Elfelagnum, men eftir at táverandi stjórin Hjalgrím Winther var vorðin álvarsliga sjúkur, heitti SEV-stýrið í 1982 á Klæmint Weihe um fyribils at røkja stjórastarvið. Eitt ár seinni tók hann formliga við sum stjóri í SEV, og hann hevur sostatt røkt hetta starvið í meira enn 25 ár.

"Fleiri orsøkir eru hjá mær at fara nú. SEV stendur fyri eini stórari broytingartíð við nýggju elveitingarlógini og bygnaðarbroytingum í felagnum. Tað er natúrligt, at nýggjar kreftir taka hesa stóru avbjóðing á seg. Harumframt er tað ein sannroynd, at skal eg royna nakað annað, so skal tað vera nú", sigur Klæmint Weihe, sum í næstum fyllir 57 ár.

SEV-stýrið hevur gingið ynskinum hjá Klæminti Weihe á møti og takkar honum fyri trúgva tænastu. Klæmint Weihe hevur nógva vitan um SEV, og tí verður hann knýttur at felagnum sum ráðgevi í eina tíð frameftir.

"Klæmint Weihe hevur lagt nógva arbeiðsorku í SEV, og tað er eingin loyna, at hann í 1982 tók við leiðsluni í eini fyritøku, sum var illa fyri búskaparliga. Harumframt gekst illa at nøkta vaksandi eltørvin, og elnetið var niðurslitið. Í dag letur hann eitt búskaparliga sterkt felag frá sær, sum reint tøkniliga eisini er ført fyri at taka við teimum nógvu avbjóðingunum, sum liggja fyri framman", sigur Leivur Hansen stýrisformaður í SEV.

Leivur Hansen leggur dent á, at avtalan um at fara úr starvi og ráðgevaraleiklutin hjá fráfarandi stjóranum frameftir er gjørd í sátt og semju, og at hetta einki hevur at gera við tað almenna rumblið, sum javnan hevur verið um SEV og Klæmint Weihe seinastu árini.

Stýrið vil hava góðar stundir at leita eftir einum nýggjum stjóra, og tí verður eingin settur í stjórastarvið á SEV 1. oktober. Miðað verður eftir at seta ein nýggjan stjóra 1. januar ella sum skjótast í nýggja árinum, og hesa tíðina verður Poul Arni Jacobsen virkandi stjóri. Poul Arni Jacobsen er næstformaður í SEV-stýrinum, har hann hevur sitið síðani 1989. Hann var formaður í stýrinum frá 1993 til 2004.

Vinalig heilsan

SEV-stýrið


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking