Eftir at hava ligið í botninum av C20-vísitalinum við einum falli á nærum 7 pst., er Vestas farið til stroks í C20-høpi, har vindmyllupartabrævið nú verður handlað í einum minusi upp á 0,6 pst.
Tað skrivar Ritzau Finans.
Orsøkin til kúvendingina skal finnast í Fraklandi, har eitt kjarnorkuendurvinningarverk hjá orkufelagnum EDF varð rakt av eini spreinging fyrr í dag.
Krav um vindorku
- Sum skilst er hetta orsøkin, men hvussu nógv hald er í hesum, vita vit ikki. Men hetta hevur fingið fleiri íleggjarar at rokna við, at økt krøv fara at verða sett um meiri alternativa orku. Og tað kemur sjálvandi væl við hjá Vestas, sigur Mads Zink, ið er leiðandi partafelagssølumaður í Danske Bank, við Ritzau Finans.
Talskvinnan hjá franska orkufelagnum EDF, Carole Trivi, upplýsir fyri Bloomberg News, at onki geislavirkið ella kemiskt útlát hevur verið í sambandi við spreingingina á verkinum.