- Útbyggingin fer at fáa avleiðingar fyri partin av varandi orku í umráðnum, um allar hesar ætlanirnar verða veruleiki. So nógv kjarnorka í skipanini fer at ávirka marknaðarprísirnar og flyta fokus frá varandi orku sum vindorku og biomassa - fyri ikki at tala um orkueffektiviseringar, sigur Anders Kofoed-Wiuff við blaðið Ingeniøren.
Greiningarfyritøkan hevur gjørt eina frágreiðing um avleiðingarnar av stóru útbyggingini av kjarnorkuni fyri altjóða felagsskapin Baltic Development Forum og Norðurlendska Ráðharraráðið, sum nú sita og viðgera hana á einum seminari í russiska býnum Kaliningrad.
Sambært frágreiðingini ætla myndugleikarnir í Kalingrad at byggja eitt kjarnorkuverk við einum kapasiteti, ið er tríggjar ferðir størri enn vaksandi tørvurin hjá býnum.
Streymurin skal útflytast
- Endamálið við verkinum er í roynd og veru at útflyta streymin, men sum netið er í dag, eru umstøður ikki fyri at handfara so stóran útflutning, sigur Anders Kofoed-Wiuff frá EA Energianalyse við Ingeniøren.
Hann eftirlýsir tí átøkum frá ES um eina betri samskipan av el-økinum til tess at fyribyrgja óneyðugum orkuoyðsli.