Kinverski elbilaframleiðarin BYD hevur higartil testað allar sínar bilar í Kina, men nú hyggur fyritøkan eins og mangar aðrar útum landsins mørk til tess at klára seg í altjóða kappingini.
Tískil koyra skjótt kinverskir elbussar á donsku vegunum sum úrslit av eini samstarvsavtalu millum flutningsfelagið Movia í Danmark og BYD, skrivar Jyllands Posten.
Uttanríkisráðið millumlið
Aftanfyri samstarvið stendur uttanríkisráðið, sum umvegis deildina Invest in Denmark hevur fingið sambandið millum BYD og Movia í lag.
Hetta fegnast Lene Espersen, uttanríkisráðharri, um og leggur samstundis dent á, at danska Cleantech-vinnan longu hevur ein góðan marknað í Kina.
Men nú hava kinverskar cleantech-fyritøkur altso eisini fingið eyguni upp fyri Danmark, tá tað kemur til at testa og menna teirra vørur, sigur Lene Espersen í eini viðmerking til avtaluna.
Sleppa undan skrásetingargjaldi
Danska stjórnin almannakunngjørdi í februar eina orkuætlan, ið skal gera Danmark óheft av fossilum brennievnum innan 2050, og her hava elbilar ein týðandi leiklut.
Elbilar eru samstundis fíggjarliga áhugaverdir í Danmark, tí teir - eins og í Føroyum - sleppa undan skrásetingargjaldinum.