Kinesisk vindmyllufyritøka ákærd fyri njósning

Heimsins næststørsti vindmylluframleiðari, Sinovel, verður nú ákærd fyri ídnaðarnjósning mótvegis amerikanska undirveitara sínum, American Superconductor.

Eitt fimm ára langt samstarv millum heimsins næststørsta vindmylluframleiðara, kinesiska Sinovel, og undirveitaran American Superconductor (AMSC), liggur fullkomiliga í knúsi.

Tær báðar fyritøkurnar senda harðar skuldsetingar eftir hvør øðrum, og allar avtalaðar veitingar og gjaldingar eru steðgaðar.

Hvussu grús kom í vinalagið, er ilt at siga. Men ósemjan teirra millum kom fyribils í hæddina mikudagin 14. september, tá ein kinesiskur dómstólur fór undir at viðgera eitt sakarmál um ídnaðarnjósning ímóti Sinovel.

AMSC ætlar eisini at noyða Sinovel at gjalda fyri og taka ímóti veitingum, ið eru sáttmálaavtalaðar. Harumframt krevur AMSC fíggjarligt endurgjald fyri tapi, ið hevur staðist av njósningini.

- Vit hava stevnt Sinovel fyri sáttmálabrot og góð prógv um brotsgerðir. Harvið ætla vit at gera greitt, at vit ætla at verja okkara ognir og okkara sáttmálar, sigur stjórin í AMSC, Daniel McGahn, í tíðindaskrivinum.

Sinovel skjýtur aftur

Sinovel vísir hinvegin á, at fyritøkan hevur steðgað sáttmálabundnu gjaldingunum til AMSC fyrr í ár, tí vørur teirra ikki luku sáttmálatreytirnar og heldur ikki tøkniligu krøvini til at knýta útgerðina í kinesiska elnetið, skrivar tíðarritið Recharge.

Sinovel sigur eisini í fráboðan síni, at AMSC síðani 2006 ikki hevur fylgt við skjótu menningini á vindorkumarknaðinum, serliga ikki í Kina. Og at konvertararnir hjá AMSC hava havt óvanliga nógvar feilir. Ein trupulleiki, sum AMSC átti at havt loyst sambært sáttmálanum. Men hetta hevur AMSC onki gjørt við hóast óteljandi áheitanir frá Sinovel. Sum avleiðing av hesum hevur Sinovel brúkt nógva orku upp á at uppstiga og viðlíkahalda útgerð, sum AMSC átti at havt syrgt fyri.

AMSC-starvsmaður fongslaður

Júst uppstigingin av elektrisku orkukonvertarunum hjá AMSC er kjarnin í njósnaramálinum. AMSC ákærir nevniliga Sinovel fyri at hava goldið einum AMSC-starvsmanni í Eysturríki fyri at stjala ein týdningarmiklan part av ritbúnaðinum í konvertarunum. Ritbúnaðurin er vanliga krypteraður fyri at verja ognarrættin. Njósnaraákærdi, fyrrverandi starvsmaðurin er nú fongslaður, meðan hann bíðar eftir, at málið ímóti honum skal koma fyri.

Stríðið millum tær báðar fyritøkurnar hevur havt við sær, at AMSC vantaði umleið 300 miljónir krónur í roknskapinum í aprílmánaða. Talan er um vantandi gjaldingar frá Sinovel fyri el-flutningsútgerð til 1,5 MW og 3,0 MW vindmyllur. Hetta fekk AMSC til at steðga øðrum veitingum til kinesisku fyritøkuna, og gjaldssteðgurin frá Sinovel førdi til eina fíggjarliga kreppu hjá AMSC.

AMSC fekk ikki latið roknskap sín fyri 2010/2011, sum endar 31. mars 2011, inn rættstundis. Og fyritøkan sigur, at úrslitið fyri 2. og 3. ársfjórðing í ár verður verri enn fyrr væntað. AMSC hevur sett í verk sparingar upp á 160 miljónir krónur og sagt 150 starvsfólkum upp.

Støðan verður upp aftur fløktari av, at illir íleggjarar hava stevnt AMSC, tí fyritøkan eftir øllum at døma hevur verið og leingi um at siga frá, hvat ið veruliga fór fram í Kina.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking