Rumblið á keypskálunum seinastu vikurnar fer at flyta búskaparligu javnvágina í heiminum.
Stóri taparin verður USA, halda tveir danskir búskaparfrøðingar, ið síggja heimin úr Asia og Avstralia. Kina og Landsynningsasia verða sum frálíður búskaparligu stórveldini.
Jørgen Ørstrøm Møller, gestaprofessari á lærda háskúlanum í Singapore, sigur beinleiðis, at amerikanska stjórnin hevur borið seg púra ábyrgdarleyst at búskaparliga, skriva DR Nyheder.
10 ára ábyrgdarleysur politikkur
- Amerikanska skuldarkreppan er úrslit av meiri enn tíggju ára fullkomiliga ábyrgdarleysum politikki og politiskari handfaring, sigur Jørgen Ørstrøm Møller.
- Skuldaravtalan, ið gjørd varð í amerikonsku kongressini, var í veruleikanum púra burturvið. Hon merkir í grundini, at amerikanararnir játtaðu sær sjálvum rætt til at lána fleiri pengar frá kinesarunum, sigur Ørstrøm Møller.
Avleiðingin av hesum verður, at USA noyðist at lata búskaparliga oddasess sín til Kina, heldur Jacob Brøchner Madsen, professari í búskapi á Monash University í Avstralia.
Hann væntar, at Kina við núverandi vakstrartølunum upp á 8-10 pst. um árið hevur lagt bæði USA og Evropa afturum seg um 50 ár ella so.
- Hetta merkir, at búskaparliga heimsskipanin verður snarað ímóti Kina, sigur Jacob Brøchner Madsen.
Tað lýsnar í Evropa
Samstundis skulu kinesarar finna nýggj støð at seta yvirskot sítt í, og tað verður millum annað í Evropa, heldur Jacob Brøchner Madsen.
Hann vísir á, at kinesararnir ikki eru áhugaðir í einum húsagangi í USA, tí tað fer at raka teir sjálvar.
Broytta heimsskipanin kemur í stigum, men nú hava vit sæð konturarnar av tí, ið fer at henda, sigur Jørgen Ørstrøm Møller.
- Ongin ivi er um, at árini, vit eru í, fara at verða skírd sum tað tíðarskeiðið í heimssøguni, tá vesturheimurin misti oddasess sín, sigur Jørgen Ørstrøm Møller sambært DR Nyheder.