Kina tikið leiðsluna innan vindorku

Hevur útbygt vindorkuna við 16.000 megawattum (MW) í 2010, meðan vindorkan í USA bert vaks við 5.000 MW.

Kina vann ein greiðan sigur á USA, tá tað kom til at útvega nýggja vindorku í 2010.

Ídnaðarrisin fyri eystan útbygdi vindorkuna við 16.000 MW og hevur nú ein samlaðan vindorkukapasitet upp á 41.800 MW.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters við kinversku tíðindastovuni Xinhua sum keldu.

USA økti afturímóti sína vindorku við 5.000 MW í fjør og liggur nú uppi á 40.200 MW samanlagt, vísa tøl frá altjóða vindorkufelagsskapinum Global Wind Energy Council (GWEC).

Tørvar elnet 

Tó er greitt, at stórur partur av vindorkuni í Kina ikki kemur fram til brúkararnar. Nógvar kinverskar turbinur standa stillar, tí nógmikil kapasitetur ikki er í orkulinjunum sum er.

Tøl, sum orkumyndugleikarnir í Kina løgdu fram í heyst, vístu, at bert 23.000 MW av vindi vóru koblað til netið. Men myndugleikarnir arbeiða við at styrkja netið, so at tað kann taka ímóti 90.000 MW innan 2015.

Í 2005 hevði Kina 1.000 MW av vindorku. Mong høvdu ilt við at taka tað í álvara, tá myndugleikarnir lovaðu 30.000 MW innan 2020. Nú - tíggju ár fyrr enn ætlað - hava teir longu rokkið málinum!

Kann tíggjufaldast innan 2020

Sambært metingum hjá GWEC kann Kina tíggjufalda vindorkukapasitet sín innan 2020, úr teimum 25.000 MW, landið hevði við árslok 2009. Stundin er sostatt komin til at tosa um vindorku í gigawattum (GW) ístaðin fyri megawattum.

- Í 2011 fara teir 600.000 arbeiðararnir í vindídnaðinum kring heimin at seta eina nýggja vindmyllu upp hvønn hálvan tíma. Triðjahvør av hesum verður sett upp í Kina, sigur Sven Teske, orkuserfrøðingur í Greenpeace International við Renewable Energy Focus.

Í 2020 vera 1.000 GW av vindorku kring heimin, og í 2030 verður væntandi komið upp á 2.300 GW. Sostatt fer umleið ein fjórðingur av alheims elframleiðsluni tá at koma frá vindi sambært frágreiðingini Global Wind Energy Outlook 2010 hjá GWEC.

Næstu tíggju árini fer Kina at brúka 1.350 miljardir krónur uppá vindorku. Sjóvindur verður eisini ein týdningarmikil partur í framtíðini. Sambært evropeiska vindorkufelagsskapinum EWEA eru ætlanir um 17.000 MW av sjóvindi í Kina.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking