Kina krevur at elbilaframleiðarar avdúka alt

Ætlar tú tær at selja elbilar í Kina, skalt tú geva kinversku fyritøkunum allar framleiðsluloynidómarnar.

Bilaframleiðarar í vesturheiminum eru skelkaðir um eitt nýtt lógaruppskot, ið er á veg í Kina.

Uppskotið inniheldur eitt krav um, at ætlar tú tær at selja elbilar í Kina, so skalt tú luttaka í einum joint venture sum minnilutapartnari við eina kinverska fyritøku og harvið leggja allar framleiðsluloynidómarnar fram.

Tað skrivar Berlingske Tidende við ávísing til Wall Street Journal.

- Sostatt noyðir Kina útlendsku bilaframleiðararnar at lata teimum alla battarí-, elektromotor- og eftirlitstøkni afturfyri at fáa atgongd til marknaðin, sigur ein ónevndur stjóri í eini útlendskari bilafyritøku við Wall Street Journal.

Ikki ókent fyribrigdi



Hetta er ikki ókent í Kina, og amerikanska handilskamarið og evropeiskir ídnaðarrisar sum BASF og Siemens hava longu kært um, at Kina noyðir teir at útflýggja virðismiklu loynidómar sínar fyri at fáa atgongd til ovurhonds stóra kinverska marknaðin.



Óvissa um ætlanirnar hevur sambært blaðnum fingið Toyota at útseta ætlanirnar at fara á kinverska marknaðin við seinastu Prius-útgávu síni, hóast bilurin er á marknaðinum í USA og Japan.

Kinversku myndugleikarnir vísa kærunum aftur.

Ætla at luttaka í kappingini



- Kina ætlar at skapa opin og rættvís viðurskifti mótvegis virksemi við útlendskari luttøku í landinum, vissaði kinverski forsætisráðharrin, Wen Jiabao, um herfyri á einum fundi við útlendskar ídnaðarleiðarar.

Kinverska tíggju-áraætlanin hevur sum mál at skapa tríggjar-fimm framleiðarar av elektriskum bilum og hybridbilum, ið kunnu kappast á altjóða marknaðinum í seinasta lagi í 2020. Harumframt skulu tveir-tríggir undirveitarar vera av lyklatøkni til globala bilaídnaðin.

Enn er tó ikki vist, at lógaruppskotið verður samtykt í tí líki, tað hevur nú. Uppskotið er í løtuni til hoyringar hjá almennum bilaframleiðarum og ráðharrastovum, men um ongar viðmerkingar eru, kann ætlanin verða sett í verk longu í næsta mánaða.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking