Kina ætlar at gera vindmyllur til allan heimin

Kinesarar kunnu gera vindmyllur, sum eru upp til ein triðing bíligari enn aðrar vindmyllur.

Kinesarar kunnu gera vindmyllur, sum eru upp til ein triðing bíligari enn aðrar vindmyllur.

Hetta kann fáa týdning fyri aðrar vindmylluframleiðarar, tá kinesarar fara at hyggja seg um eftir øðrum marknaðum.

- Handilsavtalur handan hav fara at hava ein stóran leiklut í royndunum hjá Sinovel (kinesiskur vindmylluframleiðari, ritstj.) at gerast ein altjóða fyritøka, sigur Tao Gang, talsmaður fyri fyritøkuna við Financial Times.

Um evropeiska marknaðin sigur hann, at hann "uttan iva er ein av teimum týdningarmestu hjá Sinovel".

Nógvan viðvind

Fyri bert fimm árum síðani var ongin vindmylluframleiðari í Kina á topp 10-listanum. Nú eru fýra á listanum, teirra millum Sinovel, sum liggur á øðrumplássinum eftir danska Vestas.

Kinesarar seta eina nýggja vindmyllu upp um tíman. Men kinesiska el-skipanin stríðst við at fáa implementerað grønu orkuna.

Tí eru teir nú til reiðar at fara útum landsins mørk og finna nýggjar kundar.

Eitt álvarsamt mál

Sinovel fekk longu ein sáttmála við írska felagið Mainstream Renewable Power upp á 12 miljardir krónur í juli í ár. Og Henrik Stiesdal, sum er tekniskur stjóri hjá Siemens í Brande í Danmark, sigur við blaðið:

- Vit skulu taka avbjóðingina úr Kina og øðrum londum við lágum útreiðslum í álvara. Tað er púra vist, sigur hann.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking