Kilowatt-prísirnir óbroyttir í 2015

Kilowatt-prísirnir óbroyttir í 2015
Prísirnir fyri kilowatt-tímar eru teir somu í ár sum í fjør, men einstakar tillagingar eru kortini í serstøku gjaldskránni, ið fevnir um størru kundarnar

Ongar broytingar eru í prísunum fyri kilowatt-tímar í ár sammett við 2014. Tó eru ávísar tillagingar í serstøku gjaldskránni, sum er galdandi fyri teir størru kundarnar – t.d. innan vinnulívið, landbúnaðin og fiskivinnuna.

Í serstøku gjaldskránni eru bólkarnir, har ásetingin fyri ársnýtsluna í fjør var “10.000-20.000 kilowatt-tímar” og “meira enn 20.000 kilowatt-tímar” víðkaðir til “10.000-30.000 kilowatt-tímar” og “meira enn 30.000 kilowatt-tímar”.

Í bólkinum, har árliga nýtslan er meira enn 30.000 kWt, hækkar fasta gjaldið 600 krónur – úr 9.080 krónum upp í 9.680 krónur uttan mvg. Tá mvg er íroknað, er fasta gjaldið 12.100 krónur í 2015 sammett við 11.350 krónur í 2014.

Føstu gjøldini og íbindingargjøldini eru annars óbroytt. Gjaldskráin fyri 2015 sæst her.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking