Kappingin "Norðurlendsk Orkukommuna" skotin í gongd

Norðurlendsku vinnu- og orkumálaráðharrarnir vilja eisini hava, at fylgt verður upp uppá "pumped storage"-tøknifrøðina, áðrenn teir hittast aftur.

Norðurlendsku vinnu- og orkumálaráðharrarnir hava nú skotið kappingina "Norðurlendsk Orkukommuna" í gongd.

Hetta hendi á fundi teirra í Keypmannahavn í gjár. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Annika Olsen, landsstýriskvinna í orkumálum, umboðaðu Føroyar á fundinum.

Endamálið við kappingini er at varpa ljós á burðardyggar orku- og veðurlagsloysnir í norðurlendsku kommununum.

Herðaklapp til kommunurnar

Talan er um at veita teimum kommunum viðurkenning, ið leggja dent á at finna slóðbrótandi og innovativar loysnir, sum meðvirka til at skapa grønan vøkstur og menning.

Allar kommunur í norðurlondum eru bodnar við í kappingina, og tær tríggjar innstillaðu kommunurnar úr hvørjum landi og vinnarin, sum verður kosin í vár, verða marknaðarførdar bæði í og uttanfyri norðurlond.

Átakið er vorðið til í samstarvi millum danska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum og Finnland, sum hevur formansskapin í 2011.

Vinnu- og orkumálaráðharrarnir vóna at síggja eina breiða viftu av burðardyggum norðurlendskum orkuloysnum, sum finnast úti í norðurlendsku kommununum.

Pumpuorkuskipan eisini á dagsskrá

Ráðharrarnir løgdu á fundinum í gjár eisini stóran dent á týdningin av, at fylgt verður upp uppá lovandi tøknifrøði sum tildømis goymslu av vindorku í vatni - sokallaðu ”pumped storage” tøknifrøðina – sum kundi verið ein grøn loysn í samfeløgum við fáum íbúgvum við ongari atgongd til stóru norðurlendsku elnetini.

Í hesum samfeløgum er tað ein stór avbjóðing at brúka meira varandi orku og tryggja veitingina.

Harumframt staðfestu ráðharrarnir við nøgdsemi, at fleiri verkætlanir í seinastuni eru settar í gongd til frama fyri norðurlendska undirstøðukervið og nýtslu av elbilum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking