Byggifelagið Kanjon í Klaksvík skal gera luftinntøk, áarinntøk og veitir til vatnsavningartunnilin hjá SEV millum Skálá og Blásenda í Eysturoy.
Tað hevur bygginevndin fyri Eiði 2 Suður-verkætlanina gjørt av.
Avtalan varð undirskrivað millum partarnar nú um dagarnar og er upp á 7,4 mió. kr.
Trý luftinntøk og 20 áarinntøk
Arbeiðið fevnir um trý luftinntøk og 20 áarinntøk við tilhoyrandi veitum. Eitt luftinntak og fimm-sjey áarinntøk skulu gerast í summar. Restin av arbeiðnum - tvey luftinntøk og 13-15 áarinntøk við veitum - skal gerast næsta summar.
Seks tilboð komu inn upp á arbeiðið, og tey lógu millum 6,3 og 10,6 mió. kr. Kostnaðarmetingin hjá Lansdbyggifelagnum lá um 8 mió. kr.
Kanjon hevur fyrr gjørt líknandi arbeiði fyri SEV í Eysturoy.
Vatnsavningartunnilin millum Norðskála og Selatrað skal eftir ætlan verða liðugur fyrst í 2013. Higartil eru góðir 3 kilometrar boraðir av tí 8,4 kilometra langa tunlinum, sum eftir ætlan verður liðugur fyrst í 2013.