Jón A. Nielsen deildarstjóri hjá SEV

Nevndin í SEV hevur avgjørt at seta Jón A. Nielsen í starvið sum deildarstjóri fyri netpartinum hjá SEV. Jón Nielsen hevur seinastu tíðina verið fyribils settur deildarstjóri

Jón A. Nielsen fer nú í fast starv sum deildarstjóri fyri netpartinum hjá SEV, eftir at hann fyribils hevur røkt hetta starvið seinastu tíð, meðan søkt hevur verið eftir nýggjum deildarstjóra.

Jón A. Nielsen hevur drúgvar royndir og hollar førleikar at umsita føroyska elnetið. Hann hevur starvast á elnetinum hjá SEV síðani februar 1989, og Jón A. Nielsen hevur at kallað síðani tá fyri ein stóran part havt ábyrgdina av at kaðalleggja elnetið hjá SEV. Farið var undir at taka linjur niður og leggja netið sum kaðlar eftir jólaódnina í 1988, sum fór illa við øllum elnetinum.

Í sínum starvi hjá SEV hevur Jón A. Nielsen fingið serútbúgving innan netpartin og elveiting, og sostatt hevur hann bæði drúgvar royndir og hollar førleikar at røkja starvið sum deildarstjóri fyri elnetinum. Hann hevur seinastu 10 árini verið deildarleiðari á Rakstrardeildini, og harumframt var hann kaðal- og linjumeistari í mong ár.

Jón A. Nielsen var upprunaliga útbúgvin elektrikari í 1984, og í 1987 tók hann prógv sum elinnleggjari, áðrenn hann tvey ár seinni fór at starvast hjá SEV.

Nýggi deildarstjórin fyri netpartinum tekur við eftir Finn Jakobsen, sum segði seg úr starvi fyrr í heyst.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking