John P. Danielsen gevst á SEV

Fíggjar- og fyrisitingarstjórin leggur frá sær 1. juli í ár, eftir at hava røkt starvið í 25 ár.

John P. Danielsen, fíggjar- og fyrisitingarstjóri í SEV, hevur eftir egnum ynski biðið um at verða loystur úr starvi 1. juli í ár.

Hetta upplýsir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, í kunningarskrivi til starvsfólkini seinnapartin.

- Vit gleðast um, at John heldur fram í starvinum til 1. juli, og at hann í eini skiftistíð hevur boðið sær at vera tøkur at ráðgeva, skrivar Hákun Djurhuus.

25 ár á SEV

John P. Danielsen kom í starv á SEV 1. januar 1986 og hevði sostatt 25 ára starvsdag á nýggjárinum.

Hann hevur prógv sum cand. polit. frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og aftaná at hava starvast eina tíð sum búskaparfrøðingur í Danmark, kom hann á heysti 1979 heim aftur til eitt starv sum fulltrúi á landsskrivstovuni í Tinganesi.

Sum fulltrúi umsat hann m.a. starvsfólkamál og kommunumál.

Hann starvaðist á landsskrivstovuni til 1. januar 1986, tá hann tók við sum skrivstovustjóri í SEV.

Í 2005 varð leiðslubygnaðurin í SEV broyttur, og tá gjørdist John deildarstjóri fyri fyrisitingina ella fíggjar- og fyrisitingarstjóri.

Havt fleiri álitisstørv

John hevur gjøgnum árini havt fleiri týðandi álitisstørv.

M.a. var hann formaður í nevndini fyri Ráfiskagrunnin í fimm ár. Eisini hevur hann verið heili níggju ár í nevndini fyri Fíggingargrunninum, trý tey fyrstu árini sum næstformaður og síðani sum formaður. Eisini hevur hann verið nevndarlimur í Búskaparráðnum og í Atlantic Airways. Seinastu knøppu tvey árini hevur hann verið nevndarformaður í Norðoya Sparikassa.

John P. Danielsen verður 62 ár í summar.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking