1. januar hevði John Petur Danielsen, fíggjarstjóri og fyrisitingarleiðari í SEV, 25 ára starvsdag.
John er útbúgvin cand.polit á Keypmannahavnar universiteti í 1979, og starvaðist fyrstu tíðina sum búskaparfrøðingur í Danmark.
Fyrst í áttati-árunum kom hann aftur til Føroya, eftir at hava fingið starv sum fulltrúi á landsskrivstovuni í Tinganesi. Har starvaðist hann til 1. januar 1986, tá hann tók við sum skrivstovustjóri í SEV.
Í 2005 varð leiðslubygnaðurin í SEV broyttur, og tá vóru eisini nøkur av starvsheitunum broytt. John gjørdist deildarstjóri fyri fyrisitingina.
Klaksvíkingur við kollfjarðarblóði
John er ættaður úr Klaksvík, har hann sleit sínar barnaskógvar úti í Grøv. Hann dylur heldur ikki fyri, at hann er ikki sørt stoltur av ættarbondum sínum til Kollafjarðar.
Fyrstu árini, eftir at vera fluttur heimaftur, búði hann í Kaldbak. Haðani flutti hann og konan og børnini fyri smáum 30 árum síðani í nýggj hús á Argjum, og har hava tey trivist væl síðani.
John hevur við bakgrund síni sum nærlagdur talmaður havt mong álitisstørv; m.a. hevur hann verið formaður í Búskapargrunninum, Fíggingargrunninum og nevndarlimur í Atlantic Airways.
Seinastu árini hevur hann eisini verið nevndarlimur í Norðoya Sparikassa, har hann í fjør tók við sum nevndarformaður.
Innløgumaður
John er giftur Onnu Helenu (Zachariassen) úr Havn, sum mong ivaleyst kenna frá sjúkrasystrastarvi hennara á Landssjúkrahúsinum. Tey eiga tríggjar døtrar: Kristinu (Háfoss), Beintu og Kirstin.
John eigur bát, sum ikki sleppur at liggja og gnaga gummi í bátahylinum á Argjum í fríløtum hansara. Tá ið viðrar, er hann sum oftast á floti, og ikki kann annað sigast enn, at eisini sum útróðrarmaður liggur raðið fyri hjá honum. Tað kemur sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, fyri, at hann kemur til lands aftur við ongul í reyv.
Hiðani ynskja vit John P. Danielsen hjartaliga tillukku við 25-ára starvsdegnum og alt tað besta í framtíðini!