Johan Dahl kunnar seg um smá kjarnorkuverk

- Kjarnorka eigur at verða tikin við í føroyska orkukjakið, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, er farin til Bretlands at tingast um økt samstarv á orkuøkinum.

Sambært heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum skal hann vitja í Lerwick, London og Aberdeen.

Í Hetlandi hava umboð fyri myndugleikarnar fyrireikað eina umfatandi skrá, ið fevnir um nógvar ymiskar samstarvsmøguleikar.

Johan Dahl sær fleiri møguleikar fyri samstarvi, serliga á orkuøkinum, og hava umboð úr Hetlandi eisini nýliga verið í Føroyum og umrøtt vinnuligar samstarvmøguleikar millum londini bæði, skrivar heimasíðan.

Skilagóð samstørv fáast í lag

Í Hetlandi fer landsstýrismaðurin í vinnumálum at tosa um samstarv um grøna orkuframleiðslu, teletænastur, ferðasamband og handil.  Fundir verða við m.o. Viking Energy, sum byggir eina stóra vindmyllupark í Hetlandi, umboð fyri olju- og gassfeltini, sum Føroya Tele í fleiri ár hevur veitt teletænastur til, og umboð fyri havnina í Lerwick.

“Í Føroyum hava vit stórar avbjóðingar fyri framman á orkuøkinum, og tí er umráðandi, at vit fáa í lag skilagóð samstørv fyri at røkka okkara málum innan orkuøkið”, sigur Johan Dahl. Við í ferðalagnum hjá landsstýrismanninum eru umboð fyri Vinnumálaráðið, Jarðfeingi, og Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele.

Smá kjarnorkuverk áhugaverd

Landsstýrismaðurin skal eisini til London, har umboð fyri Toshiba fara at greiða frá smáu kjarnorkuverkunum Toshiba 4S (Super safe, Small and Simple), sum verða klár at seta í framleiðslu um nøkur fá ár.

“Við røttu trygdini og nýggjastu tøknini, er kjarnorka ein rein og bílig orkukelda, ið eigur at verða tikin við í føroyska orkukjakið”, sigur Johan Dahl.

Á ferðini fer landsstýrismaðurin eisini at hava fund við City Council í Aberdeen, áðrenn vitjað verður á stóru ráðstevnuni og framsýningini um grøna orku, All Energy.  Her skal landsstýrismaðurin hava fleiri fundir m.a. við SSE (Southern Scottish Energy) um samstarvsmøguleikar.



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking