Orka í fakligum og politiskum ljósi var á skránni á orkustevnu í Norðurlandahúsinum í gjár. Orkudepilin á Kambsdali skipaði fyri orkustevnuni, har bæði serfrøðingar og umboð fyri allar politisku flokkarnar vóru boðin við.
Serfrøðingarnir løgdu fram, og síðani var orðaskifti millum politisku umboðini. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, var ein av serfrøðingunum, og hann legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann lýsti viðurskiftini millum SEV og Johan Dahl, landsstýrismann í orkumálum, sum hevur roynt at lagt SEV fótonglar.
Hákun Djurhuus vísti á, at Johan Dahl meira ella minni í sjálvdrátti, er farin undir eina privatisering, har hann roynir at ognartaka stór virðir hjá SEV, beint ímóti ráðum frá síni egnu fyrisiting.
SEV-stjórin legði kortini fyri við at lýsa virksemið hjá SEV og grønu kósina í framløgu síni, sum kann lesast niðanfyri.
---
Framløga hjá Hákuni Djurhuus, stjóra í SEV, á
orkustevnu í Norðurlandahúsinum 25. august 2015
Orkupolitikkur. Fyrst av øllum kann ein spyrja, hvat tað er fyri nakað. Sambært Sprotanum, so er talan um “(1) arbeiði, ið miðar ímóti at beina ella ávirka gongdina í samfelagnum ..... og (2) stevnumið, … “. Meira leysliga kann hetta orðast nakað sum, at talan er um at seta sær mál og at skapa rammur ella fortreytir.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, førdi í 00’unum fram eina visión 2015. SEV tók hetta til sín og ásetti tá, at brøkurin 45/55 skuldi koppast á høvdið, soleiðis at SEV í 2015 fór at hava vaksið grøna framleiðslupartin til 55 prosent. Hetta mál er rokkið, vit rokna við, at ársframleiðslan hjá SEV í 2015 fer at hava ein grønan part á umleið 60 prosent.
Í 2006 staðfesti politiska skipanin ein orkupolitikk, har ásett var, at í 2015 skulu 20 prosent av orkunýtsluni á landi (orka, ikki el) koma frá varandi keldum.
Og í 2009 samtykti eitt einmælt løgting ein veðurlagspolitikk, har ásett var, at CO2 útlátið skal minka í minsta lagi 20 prosent, tá ið samanborið verður millum árini 2005 og 2020.
Hvussu er so statt í løtuni í mun til hesar báðar politikkirnar, kundi verið áhugavert at fingið at vita.
Soleiðis sum samfelagið sær út í løtuni, so er elparturin bert umleið 10 prosent av samlaðu orkunýtsluni, so tað sær hvørt mansbarn, at vit røkka ikki málinum, uttan at onnur munagóð tiltøk eisini verða gjørd.
Tað er ikki nokk við teimum átøkum, sum SEV ger innan elveitingina fyri at røkka málinum í 2020.
Og ein annar spurningurin kemur beint í hølunum á hesum, og tað er, hvat vit gera eftir 2020. Hetta er ein viðkomandi spurningur hjá politisku skipanini at taka støðu til.
SEV vil fegið ganga undan, og tí hevur SEV eisini við síni visión 2030 sett út í kortið, hvat vit halda, at kósin skal vera. Vit meina, at til ber at blíva 100 prosent grønur, hvat orkunýtslu á landi viðvíkur, og hesum vilja vit fegin arbeiða fyri.
Arbeiðast má í tveimum sporum í senn. Spor 1 er útbygging av elframleiðsluni, soleiðis at vit alla tíðina klára tørvin, sum væntandi tvífaldast fram til 2030. Í hesum sporinum skal arbeiðast við, hvussu elskipanin alla tíðina er í javnvág, og har koma loysnir og hugtøk inn sum: Battaríir, fjarhitin, hitapumpur, pumpuskipanir, vetni, smart grid loysnir, fleksibult forbúk o.a.
Konstanta menningin ger, at tað ongatíð ber til at siga neyvt, hvørjar framtíðarloysnirnar verða, tað avhongur alla tíðina av, hvat er tekniskt møguligt, og hvussu nógv tað kostar.
Í spori 1 er soleiðis talan um at arbeiða við elveitingini í síni heild, og eru hetta uppgávur, sum vit í longri tíð hava fyrireikað okkum til. Framfýsni hjá SEV vekir eisini áhuga uttanlands, at samstarvarar og veitarar bjóða seg fram, tí teir síggja stórar menningarmøguleikar í skipan okkara.
Í hinum sporinum (spor 2) skal arbeiðst við at fáa brúkararnar at velja nýggjar loysnir, har orkan í fyrsta liði kemur úr elmegi. Her er sostatt talan um at gera nýggjar ásetingar galdandi, har bæði pískur og gularót verða nýtt. Har pískurin kanska meira konkret m.a. kann innihalda forboð og avgjøld, meðan gularótin kann innihalda ásetingar sum m.a. stuðulskipanir og avgjaldsfrítøku.
Her er í størsta mun talan um politiskt handverk, har politiska skipanin ger sínar ásetingar fyri at fáa vent verandi gongd.
Seinasta valskeið hevur borið til at arbeiða á politiska vøllinum við loysnum, sum høvdu kunnað flutt føroysku orkunýtsluna á leið rætta vegin í samsvari við viðtiknu politikkirnar.
Men vit hava lítið og einki sæð til hetta. Tvørturímóti hava vit allatíðina upplivað ein landsstýrismann, sum konstant hevur kritiserað SEV – og til síðst nú eisini beinleiðis lagt fótonglar fyri SEV. Við beinleiðis boðum frá Johan Dahl hevur Vinnumálaráðið givið eitt treytað fyribilsloyvi til annan privatan at brúka byrgingarnar í Heygadali og á Mýrunum, sum annars er ogn hjá SEV.
Kommunurnar, sum eiga SEV, eru kunnaðar um støðuna og fara ein av fyrstu døgunum at viðgera hana, men lítið er at ivast í, at spurningurin verður tikin í ramasta álvara, og at hetta neyvan kann skiljast sum annað enn:
Soleiðis sum vit hava upplivað hesa seinastu tíðina, so hevur landsstýrismaðurin verið nógv meira upptikin av støðuni kring SEV, heldur enn at samfelagið flytir seg í mun til áðurnevnda orku- og veðurlagspolitikkir landsins. Retorikkurin hevur verið, hvør skal eiga SEV, er nevndin í SEV kompetent, skulu net og framleiðsla skiljast sundur og nú eisini, um SEV skal privatiserast og/ella ognartakast.
Vónandi fara vit komandi tíðina at uppliva ein meira framtakshugaðan orkupolitikk. Sum grundarlag undir øllum virksemi í landinum er orka ein sera týðandi veiting fyri samfelagið.
Til seinast vil eg bara siga, at tað er ein undarlig støða at vera komin í, eftir alt tað stríð – soleiðis sum eg havi hoyrt tað – sum stóðst av, at landið vildi seta í gildi eina elveitingarlóg. Lógin er komin, og friður verið við tí.
Í dag er støðan soleiðis, at ovasti valdsharrin á økinum, áðurnevndi landsstýrismaður í vinnumálum, sýnist einki at leggja í orðingar í hesi lóg. Í áðurnevnda máli hevur Johan Dahl eftir okkara tykki ikki hildið ásetingina um, at “SEV skal í samráð við landsstýrismannin leggja til rættis og meta um framtíðar tørv á at byggja út ravmagnsframleiðsluverk og –net”.
Tíverri fer hetta mál at fáa eitt øgilgt fokus frá SEV, og fer nógv orka at verða nýtt til hetta.
Eg vildi so fegin kunna livað upp til slagorðið hjá Landsverki “Vit byggja land”, men eg kann bert harmast um, at tær í Føroyum so avmarkaðu kreftir, vit hava, skulu brúkast til umsiting av ósemjum, heldur enn at føra Føroyar fram sum eitt av heimsins fremstu londum, hvat orku viðvíkur, hetta til vinning fyri alt samfelagið.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV