Jóanes Norðberg heiðraður fyri trúgva tænastu í 40 ár

Jóanes Norðberg heiðraður fyri trúgva tænastu í 40 ár

Tað var sannur hátíðardámur í Vági, tá Jóanes Norðberg, verkmeistari á Vágsverkinum varð heiðraður við ‘Dronningens fortjenstmedalje i sølv’. Hetta fyri trúgva tænastu í fleiri enn fýrati ár hjá SEV.

Umframt familju hjá Jóanesi vóru verandi og fyrrverandi starvsfelagar savnaðir at hátíðarhalda dagin saman við honum á Hotel Bakkanum.

Umframt aðrar røður, hildu Hákun Djurhuus, stjóri í SEV og Klæmint Weihe, fyrrverandi stjóri í SEV, sum var stjóri hjá Jóanes í 25 ár, røðu fyri honum. Báðir róstu teir Jóanes m.a. fyri dugnasemi, nærlagni og serstakan røkjuskap í sínum starvi.

Hesi gott 40 árini, Jóanes hevur starvast hjá SEV hevur hann verið verkmeistari á Vágsverkinum í 10 ár. Broytingarnar hava verið nógvar og stórar hesi árini, og menningin á økinum ikki minni.

Frá olju, motorum og manuellum mannagondum til vind, sól, battaríir og automatik. Tá Jóanes sum 27 ára gamal í 1982 byrjaði í starvi hjá SEV, ímyndaði hann sær ikki, at motorarnir á Vágsverkinum fóru at standa stillir, meðan vindur, sól og battaríir veittu suðringum streym.

Les meira um Jóanes niðanfyri

Veðrið var av tí allarfagrasta í Vági hendan dagin, Jóanes Norðberg, verkmeistari á Vágsverkinum, fekk heiðursmerki fest á bringuna fyri trúgva tænastu hjá SEV í fýrati ár, ella sum hon er nevnd: ‘Dronningens fortjenstmedalje i sølv’.

Vælsignað veður, helt Jóanes, men í SEV høpi ikki nakað at reypa av.

Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið, Hákun Djurhuus, stjóri, Jóanes Norðberg, verkmeistari, Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna og Bogi Bendtsen, fyrisitingarstjóri

Í góð 40 ár hevur Jóanes havt sítt dagliga yrki hjá SEV í Suðuroy. Fyrst sum maskinmeistari á vatnorkuverkinum í Botni og síðan 1983 á Vágsverkinum.

Í byrjanini av áttatiárunum var eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroy vaksin so mikið nógv, at vatnorkuverkið í Botni og motorverkið á Tvøroyri høvdu ilt við at fylgja við. Tí varð avgjørt at fara undir at byggja nýtt elverk í Suðuroy, og eisini at verkið skuldi liggja í Oyrunum í Vági. Søkt var eftir fólki, og Jóanes, sum tá var mynstraður umborð á rækjutrolara, avgjørdi at søkja.

Sjálvur annar varð hann settur til at vera við í hesi spennandi verkætlanini at byggja nýtt elverk í tøttum samstarvi við Palla Mortensen, verkmeistara. Byggingin byrjaði í 1982 og longu í desember 1983 koyrdi fyrri av tveimum motorum.

“Eg byrjaði hjá SEV sum 27 ára gamal og havi ikki angrað tað eina løtu. Her hendir nógv; nógv bygging, og stórar avbjóðingar. Tekniskt sæð fæst ikki betri arbeiðspláss og hartil er arbeiðsumhvørvið gott og starvsfelagarnir avbera góðir.”

Og sanniliga er nógv hent hesa tíðina. Í 1998 varð Jóanes útnevndur fyrstimeistari, og fyrsta stóra verkætlanin eftir tað var dagføring og automatisering av verkinum í Botni. Tey týsku betongrørini úr Ryskivatni oman á verkið í Botni, sum høvdu verið álitið síðan einaferð í fimtiárunum, skuldu skiftast út. Tey komu til landið áðrenn kríggið, men blivu ikki skift, fyrrenn eftir kríggið.

Eisini bleiv alt tað eltekniska skift út. Til hetta arbeiðið vóru eisini starvsfelagarnir Jákup Matras og Jeffrei Rasmussen komnir norðanfjørðs, umframt teknikarar frá PAP, so nógv virksemi var í Botni, og tað var ein hugnalig tíð.

Beint eftir hetta var tørvur á at projektera ein nýggjan motor á Vágsverkinum. Arbeiðið fór í gongd í 2001, og í 2003 koyrdi triði motorurin á Vágsverkinum, M3. Tá hann var komin upp at koyra, varð farið undir at endurnýggja M1 og M2 eltekniskt. Teir verða framvegis brúktir, og feila einki, uttan tað, at teir sjálvandi eldast.

Á sumri 2011 bleiv verkmeistarin Palle Mortensen sjúkur, og Jóanes varð útnevndur fyribils verkmeistari. Tað gjørdist seinni greitt, at Palle ikki fór at koma fyri seg, og 1. januar 2012 varð Jóanes verkmeistari og John Eli Krosslá, sum kom í 2000, bleiv fyrstimeistari.

  1. apríl í 2012 andaðist Palle, sum Jóanes minnist sum ein ómetaliga dámligan mann.

Sæst á elveitingini, um samfelagið hevur tað gott

Elveitingin er ein øgiliga góður indikator fyri, hvussu samfelagið hevur tað, sigur Jóanes, og kanska serliga í Suðuroy. Eru góðar tíðir, økist eftirspurningurin eftir elorku, bæði í vinnuni og hjá privatu húsarhaldunum. Hinvegin merkist eisini skjótt, tá hjólini ikki mala eins skjótt. Um arbeiðið minkar ella veksur ella rentan hækkar ella lækkar. Stór sving eru í virkseminum í oynni og tað merkist í framleiðsluni.

 

Í 2014 byrjaði nýggj útbygging. M.a. Varðin Pelagic er stórur orkuslúkur, og  tørvur var á at útbyggja Vágsverkið við nýggjum motori M4. Eisini bleiv skipanin við dagtangum moderniserað og gjørt meira umhvørvisvinarligt við nýggjum oljutangahúsi. Verkið lýkur øll krøv á økinum, og í 2016 var tað arbeiðið liðugt.

 

Frá olju og motorum til vind, sól og battaríir

Sum verkmeistari á Vágsverkinum, varðar Jóanes somuleiðis av øllum verkunum hjá SEV í Suðuroy, tvs. vatnorkuverkinum í Botni, sólorkulundini í Sumba, vindmyllulundini í Porkeri og battarískipanini í Heiðunum.

Menningin og broytingarnar hava verið øgiligar, sigur Jóanes, sum í 1982 als ikki hevði ímyndað sær, at motorarnir á Vágsverkinum fóru at standa stillir, meðan vindur, vatn, sól og battaríir vóru álitið í elveitingini.

Í oktober 2022 lá Vágsverkið stilt í tilsamans 22 dagar. “Til tíðir er so stilt á verkinum, at einasti larmur eru vifturnar í teldunum”, sigur Jóanes.

Men eisini á motorverkinum eru stórar broytingar farnar fram. Frá fyrst og fremst manuellum mannagongdum og skráseting á pappír, til automatiseraðar mannagongdir, fjarstýring og talgildar viðlíkahaldsskipanir.

Vit varða av øllum viðlíkahaldi á verkinum, sigur Jóanes. Tað er øgiliga sjáldan, at tørvur er á fólki uttanifrá til at arbeiða upp á motorarnar, sum eru dagførdir, og sum verða viðlíkahildnir sambært talgildari skipan.

Maskinmeistarafamilja

Hugin til maskinurnar hevur Jóanes ikki frá fremmandum. Pápin Róald var maskinmeistari, og bleiv seinni installatør eisini, og arbeiddi seinastu árini hjá SEV. Jóanes var ongantíð í iva um, at hann eisini skuldi vera maskinmeistari. Tí fór hann beint eftir loknan skúla í maskinsmiðjulæru í Vági, og varð avlærdur í 1978. Harnæst á maskinskúla í Havn og síðan niður til Danmarkar at taka víðkað maskinmeistaraprógv. Hesi árini var hann eisini nakrar túrar til skips.

Afturkomin til Føroya sum nýtútbúgvin maskinmeistari í 1981, fór hann við rækjutrolara, men tað bleiv bert til tann eina túrin, tí so søkti SEV eftir fólki.

Jóanes og Gunnleyg eiga synirnar Eirik og Bárð og dóttrina Anniku; báðir synirnir eru útbúnir maskinmeistarar, meðan Annika er námsfrøðingur.

Vit eru allir bitnir av handverki og hava áhuga fyri teknikki, so tað er so líkatil.

Savnið í Botni

Sum verkmeistari í Suðuroy varðar Jóanes eisini av Føroya elsta virkandi elverki: vatnorkuverkinum í Botni, sum hevur verið virkið síðan 1921.

Tað lá honum í mong ár á sinni at tryggja tað, sum eftir var í Botni fyri eftirtíðina, og í sambndi við, at verkið fylti 100 ár, gekk hann á odda fyri at fáa sett á stovn snotuligt savn í gomlu turbinuhøllini á verkinum í Botni.

Forvitnisliga savnið hevur verður væl vitjað, tó at fastar upplatingartíðir ikki eru ásettar enn.

Virkin frítíð

Jóanes er ikki minni virkin í frítíðini. Honum dámar best at vera í sving, og tá mann hevur familju, bát, seyð og hús at taka sær av, trýtur ikki við uppgávum. Eisini eru Jóanes og konan Gunnleyg virkin í samkomu í Vági.

Men Jóanes er eisini virkin uddan fyri landoddarnar. Tá summarið nærkast, og fleiri leita sær suðureftir, ger Jóanes seg til at ferðast norðureftir. Seinastu 20 árini hevur hann nærmast hvørt summar verið í Grønlandi, har hann er partur av einum samstarvi, sum skipar fyri summarlegum fyri grønlendsk børn í Suðurgrønlandi. 3-4 legur hvørt summar við uml. 30 børnum hvørja ferð. Onkrar legur eru bert fyri børn úr heilt smáum bygdum syðst í Grønlandi, sum verða heintað í báti.

Legurnar verða hildnar í einum øki, sum liggur langt burturi frá alfaravegi, og har hava tey bygt bygningar, gjørt vatnverk, elverk v.m. Her eru royndirnar sum verkmeistari og handverkari komnar væl við. Bygningarnir eru í stóran mun bygdir úr endurnýtsluviði. Tað eru nevniliga 3 barakkir í Føringahavnini, sum eru tiknar niður og fraktaðar til Suðurgrønlands, har viðurin, sum enn var frískur og góður, er endurnýttur.

“Arbeiðið við summarlegunum er ófatuliga stuttligt, spennandi og gevandi. At koma hagar og vera saman við fólki har og grønlendsku børnunum er balsam fyri sálina”, sigur Jóanes.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking