Jarðgass er á fyrsta sinni farið at flóta úr Týsklandi og norðureftir til Danmarkar, upplýsir gassfyritøkan Gasunie Deutschland. Í áratíggjur hevur gassið runnið øvuta vegin.
Tað skrivar Ritzau-tíðindastovan.
Gasunie Deutschland í Hannover upplýsir, at Danmark vegna kuldabylgjuna hevur biðið um gass sunnaneftir, tí egna framleiðslan úr Norðsjónum ikki nøktar tørvin.
Danska framleiðslan fallandi
- Vit hava vent vanligu flutningsleiðina. Hetta kemst av, at danska framleiðslan er fallandi og at vit hava ætlanir um at víðka okkara flutningsskipan norðureftir, sigur ein talsmaður fyri Gasunie.
24. november sendi Gasunie 200.000 kubikkmetrar av jarðgassi um tíman til Danmarkar til tess at hjálpa landinum við at tryggja seg ímóti bráðkomna og sera kalda vetrinum.