Elektrifisering av upphiting og elframleiðsla við varandi orkukeldum eru tvær síður av somu søk, slær Jarðfeingi fast. Elektrifisering av upphiting og elframleiðsla við varandi orkukeldum eru tvær síður av somu søk.
Nevniliga at gera okkum minni heft av fossilum brennievni, framleiða meira orku sjálvi og liva upp til altjóða krøv um minni útlát av vakstrarhúsgassum.
Jarðfeingi hevur seinastu trý árini staðið fyri eini verkætlan við jarðhitapumpum. Fýra bygningar hava hesa tíðina verið hitaðir upp við jarðhita gjøgnum jarðhitapumpu við elorku.
Niðanfyri eru nøkur úrslit fyri árið 2010 sett í talvu.
Bygningur | El- nýtsla kWh/ár | Orku- fram- leiðsla kWh/ár | SPF* Seasonal Performance Factor . | Oljunýtsla** um oljufýring við diesel litrar | Oljunýtsla*** um alt el frá tungolju litrar | Oljunýtsla um 70% við tungolju litrar | Oljunýtsla um alt el frá varandi orkukeldum litrar |
Sethús 1 | 10450 | 32194 | 3,1 | 3945 | 2375 | 1663 | 0 |
Sethús 2 | 7431 | 24648 | 3,3 | 3020 | 1689 | 1182 | 0 |
Bygningur 1 | 20714 | 68580 | 3,3 | 8404 | 4708 | 3295 | 0 |
Bygningur 2 | 57961 | 167262 | 2,9 | 20500 | 13173 | 9221 | 0 |
Íalt | 96556 | 292684 | | 35419 | 21495 | 15361 | 0 |
* kWh av framleiddari hitaorku fyri hvønn kWh av nýttari elorku
** Effektivitetur á oljufýri settur til 0,8
*** Effektivitetur í elframleiðslu úr tungolju settur til 0,4
Úr talvuni sæst millum annað, at:
Bygningarnir hava brúkt 96556 kWh av el. Um teir høvdu havt oljufýr, høvdu teir brúkt 35419 litrar av dieselolju. Um øll elframleiðslan er við tungolju, hava bygningarnir brúkt 21945 litrar av tungolju. Við verandi elframleiðslumynstri (70% frá tungolju) hava bygningarnir brúkt 15361 litrar av tungolju. Um øll elframleiðslan hevði verið við varandi orkukeldum, høvdu bygningarnir als onga olju brúkt.
Nøkur úrslit:
Bygningarnir hava minkað innflutningin av dieselolju við 30 tonsum um árið. Bygningarnir hava økt um innflutningin av tungolju við umleið 21,5 tonsum um árið, um vit seta fyri, at øll elframleiðslan kemur frá tungolju. Bygningarnir hava økt um innflutningin av tungolju við umleið 15 tonsum um árið, um vit seta fyri, at 70% av elframleiðsluni kemur frá tungolju.
Niðurstøður:
Tað er greitt, at upphiting av bygningum við jarðhitapumpum minkar munandi um innflutningin av dieselolju til upphiting. Samstundis veksur innflutningurin av tungolju til elframleiðslu. Oljuinnflutningurin fer frá dieselolju til tungolju og minkar við umleið 30 prosentum.
Búskaparliga er minkingin enn størri, tí tungolja er væl bíligari at keypa enn dieselolja. Minkingin í CO2-útláti verður eisini umleið 30 prosent. Dálkingin frá brenningini av olju verður flutt á eitt stað, har tað ber til at seta krøv til roykreinsing.
Í hesi gjøgnumgongd av fyrimunum og vansum við at leggja upphiting um frá oljufýri til hitapumpu, er ikki tikið atlit til, at stórur partur av spillhitanum frá elframleiðsluni á Sundi kann endurnýtast í fjarhitanetinum hjá hitafelagnum í Tórshavn.
Í orkuhøpi eru hesir bygningarnir fyrimyndarligir við tað, at teir taka tveir triðingar av orkuni til upphiting úr umhvørvinum, og tí teir eru til reiðar at taka móti framtíðar varandi elorku, sum fer at gera, at teir verða heilt óheftir av fossilum orkukeldum.
Kelda: Jarðfeingi