Japanskt kjarnorkuverk noyðist at steðga við virksemi sínum

Hevur eftir áheitan frá landsins forsætisráðharra, Naoto Kan, fyribils steðgað reaktorunum á verkinun.

Eitt kjarnorkuverk í ein útsynning úr Tokyo hevur eftir beinleiðis boðum frá Naoto Kan, forsætisráðharra, steðgað reaktorum sínum, tí granskarar óttast fyri, at nýggir jarðskjálvtar fara at skaða verkið.

Tað boða Kyodo News og sjónvarpsstøðin NHK frá.

- Eg havi givið fyritøkuni, ið eigur verkið í Hamaoka um at steðga øllum reaktorunum. Hetta er ein avgerð, ið er tikin við trygdini hjá fólkinum í huga, sigur japanski forsætisráðharrin, Naoto Kan, og heldur fram:

- Kanningar hava víst, at vandin fyri einum jarðskjálvta upp á 8,0 á richterstiganum við 87 prosent sannlíki fer at raka umráðið innan fyri næstu 30 árini.

Tryggjast ímóti jarðskjálvta

Hamaoka-verkið liggur umleið 200 kilometrar í ein útsynning úr Tokyo í Shizuoka-landspartinum.

Verkið hevur higartil havt tveir reaktorar í rakstri, men verða altso steðgaðir nú.

Kan almannakunngjørdi avgerð sína í dag, og verkið skal nú tryggjast betri móti jarðskjálvta.

Nógv orðaskifti hevur verið um trygdarviðurskiftini á kjarnorkuverkunum í Japan, eftir at harði jarðskjálvtin og harav standandi flóðaldan 11. mars elvdu til stóran skaða á kjarnorkuverkinum í Fukushima.

Japan hevur verið í djúpari kreppu síðani náttúruvanlukkuna, har í minsta lagi 14.700 fólk lótu lív. Stívliga 11.000 eru framvegis ikki afturíaftur komin.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking