Íslendskur iMiEV-elbilur royndarkoyrast í Føroyum

Kom higar í gjár og verður at síggja á føroysku vegunum næstu tríggjar mánaðirnar.

Sum lið í elbilaroyndunum í Føroyum hetta næsta hálva árið hevur SEV lænt ein elbil - ella ravfar, sum hann eisini kallast - úr Íslandi.

Persónbilurin, sum er av slagnum Mitsubishi iMiEV, kom til Føroya við Eimskipum í gjár og verður her í tríggjar mánaðir.

Bilurin verður brúktur sum royndarbilur í norðuratlantisku verkætlanini El-Mobility, sum NORA (Norðurlendskt Atlantssamstarv) í løtuni skipar fyri í Íslandi, Grønlandi og Føroyum.

Umboð fyri elorkufeløg í teimum trimum útnorðurlondunum hittast á ráðstevnu í Havn 15. februar, har tey millum annað fara at samanbera elbilaroyndirnar hjá hvør øðrum.

Stórur áhugi er fyri at sleppa at royna iMiEV-bilin, sum kom til Føroya í gjár.

Úr Føroyum til Grønlands

iMiEV-bilurin, ið kann koyra 160 km upp á eina løðing, skal eisini til Grønlands at royna seg. Eftir royndarkoyringina í Føroyum verður hann avskipaður til Grønlands.

Umframt stovnar og fyritøkur er ætlanin, at einstaklingar eisini skulu fáa høvi at royna iMiEV-bilin og teir báðar eldrivnu Peugeot-vørubilarnar, sum SEV júst hevur ognað sær. Stórur áhugi er bæði frá almennari og privatari síðu fyri at vera við í átakinum.

SEV hevur eisini útvegað sær ein iMiEV-elbil, sum kemur til Føroya í næstum. Umframt at vera royndarbilar skulu teir tríggir elbilarnir hjá SEV eisini brúkast sum vanligir arbeiðsbilar hjá elfelagnum.

Íslendski iMiEV-bilurin við síðuna av eldrivnu Peugeot-vørubilunum hjá SEV. Í næstum kemur eisini ein iMiEV-persónbilur í elbilaflotan hjá SEV.   


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking