SEV fekk m.a. høvið at skifta orð um møguleikarnar fyri einum elkaðli millum Ísland og Føroyar, tá íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, vitjaði SEV týsdagin 11. august. Í hesum sambandi varð møguleikin at gagnnýta vindorkuna betur umrøddur, t.d. við at flyta yvirskotsorkuna ígjøgnum ein kaðal.
-Vit viðgjørdu sum heild avbjóðingarnar við óstøðugari vindorku í einum elkervi, og hvussu ein kaðal millum Ísland, Føroyar og evropeiska meginlandið økir møguleikan fyri bíligari vindorku, tí tá kann yvirskotsorkan betur gagnnýtast í fleiri londum, sama hvør mylla framleiðir elorkuna, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
SEV-stjórin legði eisini fram ætlanirnar um 100 prosent grøna orku á landi í Føroyum í 2030, har vindurin og vatnið eru sera týðandi orkukeldur.
Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, Bogi Andreasen, næstformaður, og Hákun Djurhuus, stjóri, vóru vertir vegna SEV. Íslendski forsetin hevði undan Føroyaferðini sett fram ynski um at vitja SEV fyri at kunna seg um virksemið hjá elfelagnum – eitt nú møguligt samstarv við Ísland, framtíðarætlanir og avbjóðingar hjá SEV umframt loysnir innan varandi orkukeldur.
Á myndini fra vinstru: Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, Ólafur Ragnar Grímsson, forseti Íslands, Bogi Andreasen næstformaður í SEV, og Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.