Skal íslendska orkutilfeingið framvegis vera á íslendskum hondum?
Hesin spurningur verður nógv umrøddur millum frændur okkara fyri norðan í hesum døgum, skrivar heimasíðan islandsk.no.
Ísland hevur nógva vatnorku og heitar keldur. Hetta eru reinar orkukeldur, sum í dagsins orkuheimi verða alt týdningarmiklari og virðismiklari.
Útlendingar áhuga fyri tilfeinginum
Tað er ikki farið afturvið borðinum hjá íslendingum, at útlendingar hava sett fokus á íslendsku orkuna. Risastór vatnorkuverk veita sum er streym til stór útlendsk aluminiumsbræðingarvirki kring Ísland.
Seinastu árini er framkomin tøkni ment til tess at fáa orku úr jarðarhitanum. Sum er gagnnýta vanlig hitaorkuverk bert 10 % av hitaorkuni. Restin fer upp í luftina og sostatt til spillis.
Í umráðnum sunnanfyri Reykjavík liggur Reykjanes-hálvoyggin. Her liggur eitt hitaorkuverk, sum kommunala felagið HS Orka eigur.
Magma Energy
Útlendska felagið Magma Energy hevur roynt at yvirtaka HS Orku. Magma er upprunaliga úr Kanada, men virkni partnarin í Íslandi er svenska Magma.
Gitt verður, at svenska Magma, ið Magma í Kanada eigur, er sett á stovn við tí endamáli at lúka reglurnar í avtaluni millum EFTA-londini og ES.
Avhendingartilgongdin er komin somikið langt, at undirskriftirnar ætlandi kunnu setast á yvirtøkuskjalið í næstum.
Serfrøðingar í Íslandi stúra fyri, at hetta kann verða byrjanin til eina avhending av øllum íslendska náttúrutilfeinginum til útlendsk áhugamál.
Hetta hevur m.a. fingið heimskendu íslendsku sangarinnuna, Bjørk, at langa nevan í borðið og rópa varskó.
Bjørk í hernað
Bjørk og vinfólk hennara hava sett sær sum mál at savna undirskriftir kring alt Ísland ímóti ætlaðu avhendingini, og at fáa Altingið og íslendska fólkið at taka málið upp til prinsipiella viðgerð.
Teksturin í mótmælisskrivinum er sambært islandsk.no soljóðandi:
"Eg, undirritaði, heiti á myndugleikarnar um at steðga søluni av HS Orku. Eg heiti eisini á Altingið um at halda eina fólkaatkvøðu um ognarviðurskifti og gagnnýtslu av íslendska orkutilfeinginum".
Herfyri skipaði Bjørk fyri einum tríggjar dagar longum "marathon-karaoki" í Norðurlandahúsinum í Reykjavík.
- Endamálið var við sangi at royna at tryggja, at náttúrutilfeingið verður verandi á íslendskum hondum, samstundis sum heitt varð á fólk um at taka lut í hesum sera týdningarmikla mótmælisátaki, sigur Bjørk.