Íslendska stjórnin fer nú at taka upp samráðingar við svenska felagið Magma Energy um brúksrættin til geotermisku orkuna hjá íslendska orkufelagnum HS Orku.
Tað upplýsir íslendska útvarpið RÚV.
Magma Energy hevur tryggjað sær brúksrættin í 65 ár, men stjórnin krevur nú, at áramálið í sáttmálanum verður stytt munandi.
Samstundis ætlar stjórnin at tryggja sær forkeypsrætt til meirilutapartabrøvini hjá Magma Energy í HS Orku.
Magma sinnað til samráðingar
Sambært Katrin Juliusdóttir, ídnaðarmálaráðharra, er leiðslan í Magma sinnað at setast við samráðingarborðið.
Avgerðin hjá stjórnini at biðja Magma um samráðingar er m.a. úrslit av trýsti frá íslendska fólkinum.
Herfyri handaði heimskenda íslendska sangarinnan Bjørk stjórnini mótmælisskriv við 50.000 undirskriftum, har harðliga verður funnist at, at íslendska orkutilfeingið verður útlendsk ogn.