Ískoyti til kjakið um elorkuna

Ískoyti til kjakið um elorkuna
SEV loyvir sær at seta fram nøkur sjónarmið eftir nógva kjakið, sum hevur verið um elorkuna seinastu dagarnar. Kynstrið er at fáa veitingartrygd, búskap og umhvørvisvernd at ganga hond í hond á grønu kósini

Tað er hugaligt at síggja so stóra undirtøku fyri at gera Føroyar grønar, og tað ber boð um, at leiðin frameftir grønu kósini verður lættari at ganga, tí fleiri vit eru at lyfta byrðuna, sterkari eru vit.

Endamálið er greitt fyri øllum, men fleiri meingar eru um, hvussu málið verður rokkið. Eitt er vist, og tað er, at veitingartrygd, búskapur og umhvørvisvernd skulu ganga hond í hond. Við øðrum orðum hava vit ávísar bindingar á okkum. Í kjakinum hevur SEV bitið merkið í, at fleiri viðurskifti eru gjørd einføld – tó uttan at vera heilt so einføld.

Viðvíkjandi veitingartrygdini er tíverri neyðugt at staðfesta, at einki skilagott búskaparligt alternativ er til at byggja Sundsverkið út. Orsøkin til útbyggingina er, at tveir teir elstu og størstu motorarnir á Sundi fella fyri aldri. Neyðugt er at hava eina álítandi tiltakstrygd, ið tekur um endan, tá ið grønu orkukeldurnar ikki eru nøktandi ella møguliga ganga fyri av einari ella aðrari orsøk. Tað fyriliggur einki boð upp á eina pumpuskipan, sum kann tryggja elveitingina.

Viðvíkjandi grønu kósini er at siga, at næstu fimm árini sær SEV fyri sær munandi úbyggingar innan vindorku, sum saman við pumpuskipan skal fáa so nógva grøna orku til høldar sum gjørligt. So skjótt allar neyðugar kanningar eru lidnar, er SEV til reiðar at taka hetta stigið á grønu kósini.

Status í málinum um pumpuskipan er sostatt, at enn er munandi kanningararbeiði eftir at gera. Vísandi til úrskurð hjá Vinnukærunevndini fyriliggur heldur einki loyvi at byggja eina pumpuskipan.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking