Lýðveldið Írland fær ikki kapping á ravmagnsmarknaðin við einans at noyða "the Electricity Supply Board, ESB, at selja nøkur elverk. Tað er niðurstøðan í eini frágreiðing frá the Economic and Social Research Institute, ESRI, í Írlandi.
Laura Malaguzzi Valeri, sum hevur skrivað frágreiðingina, sigur, at avmarkaða støddin á orkumarknaðinum forðar í stóran mun fyri, at nýggir leikarar koma á pallin. Í frágreiðingini verður víst á, at øll fegin vilja hava lægri prísir, men at hetta samstundis kan forða nýggjum veitarum at koma á orkumarknaðin.
Frágreiðingin, sum var kunngjørd 2. oktober, og sum er ein partur av eini røð av serligum ESRI-greinum, staðfestur, at tað verður torført at frælsisgera írska orkumarknaðin.
”Lítli elmarknaðurin ber við sær, at tað er sera avmarkað, hvussu liberalisering kann setast í verk í Írlandi. Tað er torført at skapa kapping við einans at noyða orkumarknaðin at geva nakað av framleiðslumáttinum frá sær.
Í frágreiðingini stendur eisini, at ”væntast skal ikki, at heilsøla uttan regulering hevur við sær, at ravmagnsmarknaðurin verður fullkomuliga kappingarførur, tí íløgukostnaðurin í ídnaðinum er høgur.”
Í frágreiðingini verður víst á altjóða royndir, sum prógva, at regulering ikki loysir allar trupulleikar. ”Tá bond verða løgd á fyritøkur við regulering. verður skapt ein gjógv ímillum rætta kostnaðin av tilfeingi og kostnaðin hjá reguleraðu fyritøkuni. Hetta ber við sær, at reguleraðar fyritøkur hava lyndi til ikki at verða eins úrtøkugóðar og aðrar fyritøkur.”
Sagt verður, at liberalisering er sniðskapa fyri at handfara slíkt.
”Málið við liberalisering er at koma burtur frá avmarkan og eggja virknari tillutan av tilfeinginum. Vónin er, at betri gangnýti førir við sær lægri prísir til frama fyri brúkaran.”
Hendan frágreiðingin frá ESRI kemur í eini røð av frágreiðingum um broyting av ravmagnsmarknaðinum. Í seinastu frágreiðing varð víst á, at ravmagnsprísir í Írlandi eru millum hægstu í ES.