Innslag í Degi & Viku gav fólki skeiva fatan

Innslag í Degi & Viku gav fólki skeiva fatan
Rættleiðing til talgrundarlagið undir útrokningunum í innslagnum

Undir heitinum ‘Dýrt at spara streym’ bóru Dagur & Vika týskvøldið 26. mars tíðindi um, at tað ikki loysir seg hjá fólki at gera íløgu í serstakan elmálara v.m. fyri at fáa lægri elprís til hitapumpu ella elbil, tí útreiðslurnar eru so ógvusligar.

Í innslagnum verður støði tikið í metingum hjá deildarleiðara fyri tøkni á Glasi, sum metir eykaútreiðslurnar fara at liggja oman fyri 10.000 kr., og harvið vera spill av pengum. Stjórin í SEV metir, at innslagið tíverri kundi geva hyggjaranum eina skeiva fatan.

“Um tað er spill av pengum, má hvør einstakur gera upp við seg sjálvan, men tølini, sum avgerðin verður tikin út frá, mugu vera røtt”, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Sambært elinnleggjarum liggur íløgan fyri neyðugu útgerðina um áleið 2.200 kr. uttan mvg og so kemur arbeiðslønin afturat. Hvussu nógvir arbeiðstímar skulu til, kann vera ymiskt alt eftir, hvussu liggur fyri at leggja inn, um hetta er ein nýggj innlegging, ella um hitapumpan longu er uppsett og løgd inn í verandi málara, soleiðis at talan verður um eina sundurskiljing av gjørdari innlegging.

Tá hædd er tikin fyri øllum hesum, verður eykaíløgan, sum skal til fyri at fáa lægri lægri prís, mett at liggja um 3 – 4.000 krónur fyri eitt vanligt húsarhald, sum útvegar sær hitapumpu. Har talan er um sundurskiljing, kann í nøkrum førum verða neyðugt við fleiri arbeiðstímum enn vanligt, og tískil kann samlaða arbeiðslønin liggja nakað hægri. Havast skal eisini í huga, at mvg afturbering er galdandi fyri uppseting av hitapumpum.

Fyri eitt vanligt húsarhald, sum fær sær hitapumpu og brúkar uml. 8.000 kWt um árið, hevur eykaíløgan í serstakan málara v.m. tískil spart seg innaftur eftir einum ári.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking