Ingeborg Godtfred 25 ár á SEV

Ætlaði bert at vera í starvinum í 10 ár, men fall so væl til, at hon nú hevur verið høgra hond stjórans í eina fjórðings øld.

Fryntlig, glað og fyrikomandi.

Umframt skjót og framlig - og ikki bangin fyri at siga sína ærligu meining.

Hetta eru nakrir av eginleikunum, ið eyðkenna argja-vágbingin, Ingeborg Godtfred, sum sunnudagin hevur 25 ára starvsdag á SEV.

Við sínum lætta sinni, hjálpsemi og nærlagni kemst ikki uttanum, at hon er ein týðandi liður í starvsfólkaketuni hjá SEV og er høgt vird millum bæði starvsfelagar og viðskiftafólk.

Ætlaði bert at vera á SEV í 10 ár

Upprunaliga ætlaði Ingeborg sær bert at vera á SEV í 10 ár í mesta lagi.

- Tað var eg rættiliga avgjørd um, tá eg kom her at arbeiða, sigur hon.

Men somikið væl fall hon til sum stjórnarskrivari, at hon nú hevur verið høgra hond stjórans í samfull 25 ár. Fyrstu stívliga 20 árini hjá Klæminti Weihe og hesi seinastu árini hjá Hákuni Djurhuus.

- Og eg trívist framvegis líka væl, sigur hon við einum fittum, sannførandi brosi.

Vágbingur við stóra V

Ingeborg er fødd og uppvaksin í Vági, sum er og altíð verður heimbygd hennara. Hon vitjar eisini har suðuri so ofta, tað liggur fyri.

Alskur hennara til heimbygdina og fólkið, ið har býr, kemur ikki minst til sjóndar í luti hennara sum ein av fremstu fjepparunum hjá ítróttarungdóminum har suðuri. Altíð væluppløgd og sigursæl á síðulinjuni - tað veri seg á heima- ella útivølli, í góðum ella vánaligum líkindum.

Sum tann orkubumban, hon er (í orðsins rætta týdningi!), hevur Ingeborg aldrin ligið á latu síðuni.

Eftir at hava lokið realprógv í 1967, arbeiddi hon eitt skifti í krambúðini á Gørðunum og á flakavirkinum í Vági.

Í 1968 fór hon til Keypmannahavnar, har hon ætlaði sær at læra til sjúkrasystur. Men eftir at hava arbeitt sum tímaløntur sjúkrahjálpari á Bispebjerg hospitali í eitt ár, slepti hon hesi ætlan.

- Har fann eg útav, at sjúkrasystur skuldi eg so ið hvussu er ikki verða, greiðir hon frá.

Gjørdist ístaðin tryggingarkvinna

Stutt eftir sá hon eina lýsing í einum blaði, har tryggingarfelagið Baltica søkti eftir lærlingum.

- Eg søkti, slapp ígjøgnum nálareygað og lærdi har í tvey ár. Tá eg varð avlærd 1. februar 1972, gjørdi eg av at venda nøsina heim aftur til Føroya, og tveir mánaðar seinni byrjaði eg á Tryggingarsambandinum Føroya.

- Har var eg so í 13 ½ ár, til eg 15. august í 1985 fór í starv hjá SEV.

Hóast meira enn 25 ár eru liðin, síðani Ingeborg fór av tryggingini, hevur hon allatíðina varðveitt sambandið við Tryggingarfelagið, sum tað nú eitur, og verið vald til fleiri álitisstørv har. Hon hevur bæði sitið í starvsnevnd, umboðsráði og øðrum nevndum í felagnum í fleiri ár - og er framvegis við har í fremstu røð.

Glómur í monnum

Sum ung helt Ingeborg seg heldur ongantíð aftur við at royna okkurt nýtt, eitt nú tá tað snúði seg um at ganga undan innan móta og klæði.

M.a. mundi hon vera millum tær fyrstu damurnar í Føroyum, ið vóru at síggja í teimum tá á døgum nógv umrøddu (og umstríddu) "hotpants". Til hetta kravdist tá á døgum bæði dirvi og áræði - og tað hevði Ingeborg.

Og tá var mangan glómur í monnum - bæði ungum sum eldri - tí onki var at taka seg aftur í, at væl snaraða unga daman tók seg væl út í teimum...

Í New Zealandi

Ingeborg fór beinleiðis av tryggingini niðan á SEV at arbeiða í august 1985. Elfelagið hevði tá høvuðsskrivstovu í leigaðum hølum á Hálsi.

Í 1996 gekk leiðin til New Zealands. Í hesum sambandi hevði hon farloyvi úr starvinum í 9 mánaðir, frá 1. oktober 1996 til 1. juli 1997. Hetta er eisini orsøkin til, at hon nústaðni rundar tey 25 árini sum stjórnarskrivari á SEV.

Ingeborg er ikki í iva um, hvørjar bestu upplivingarnar hjá henni hava verið hesi mongu árini á SEV:

- Tað hava verið allar tær framúrskarandi útferðirnar, vit hava gjørt. Har havi eg fingið høvi at lært mítt land at kenna, tí tað gjørdi eg ikki, tá eg kom á SEV.

- Fyri meg hevur SEV altíð verið eitt frálíkt arbeiðspláss við sjáldsama góðum starvsfeløgum, leggur hon dent á.

Elskar at dansa

Ingeborg er gift Andrassi, sum eisini er ættaður úr Vági. Tey hava kenst, síðani tey vóru ung, og eiga tvey vaksin børn, eitt av hvørjum kyni.

Frítíðarítriv hennara eru, umframt at halda hús á Garðsgøtu 21 á Argjum, handarbeiði og at dansa. Og sum virkin limur í Dansifrøi liggur hennara partur heldur ikki eftir har.

Motto hennara er:

- Tá eg nú einaferð eri, sum eg eri, so má eg eisini tola eitt sindur av hvørjum.

Hiðani ynskja vit Ingeborg Godtfred hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum og blíðan byr framyvir!


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking