SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   IMO-krøv til skipaútlát

IMO-krøv til skipaútlát

Sjóferðslustovnurin hjá ST, IMO, krevur, at nýggj skip verða bygd meiri orkueffektiv til tess at fáa veðurlagsútlátið niður.

IMO samtykti í juli at seta í gildi eitt orkueffektivitetskrav (EEDI – Energy Efficiency Design Index) til nýggj skip umframt eitt krav um, at øll skip skulu hava eina orkueffektivitetsætlan (SEEMP – Ship Energy Efficiency Management Plan).

Endamálið er at skerja veðurlagsútlátið hjá skipaferðsluni, sum í dag stendur fyri trimum prosentum av heimsins útláti av veðurlagsgassum.

Norra trýsti

Sambært norska umhvørvis- og menningarmálaráðharranum, Erik Solheim, gekk Norra undan fyri tí, ráðharrin skírir fyri eitt "søguligt gjøgnumbrot" í einum týdningarmiklum tíðarskeiði. Norra fekk Avstralia, Belgia, Kanada, Danmark, Japan, Liberia, Bretland og Týskland at vera við til at orða fullfíggjaðar reglur um orkueffektiv snið og bygging av skipum.

IMO góðkendi reglurnar 15. juli hóast harða mótstøðu frá menningarlondunum, ið kravdu at fáa serviðgerð.

Eins fyri øll

Sjóferðslustovnurin hjá ST megnaði tó at taka eina avgerð, sum áleggur øllum somu skyldur. Hetta prinsippið er avgerandi fyri altjóða skipaferðslu.

Menningarlond hava mælt harðliga frá, at tey skulu hava bindandi krøv, og at prinsippið í veðurlagssáttmálanum um ólíkar skyldur millum ídnaðarlond og menningarlond skuldi vera galdandi. Men hetta vann ikki frama.

Umhvørvisnevndin hjá IMO (MEPC) hevur samtykt at broyta MARPOL-sáttmálan, so orkueffektivitetskravið (EEDI – Energy Efficiency Design Index) er galdandi fyri nýggj skip. Skip, ið longu eru í sigling, skulu gera eina ætlan fyri einum meiri orkueffektivum rakstri, eina sokallaða SEEMP (Ship Energy Efficiency Management Plan).

Fyrsta veðurlagssamtyktin

Norska sjóferðsludirektoratið sigur sambært Teknisk Ukeblad, at samtyktin er søgulig við tað at talan er um fyrstu alheims reglur, ið hava til endamáls at skerja útlátið av veðurlagsgassum, sum eru settar í verk fyri alheims skipaferðslu.

Broytingarnar koma væntandi í gildi 1. januar 2013 fyri nýggj skip omanfyri 400 bruttotons.

Nøgdur aðalskrivari

Aðalskrivarin í IMO, grikkin Efthimios E. Mitropoulos, er væl nøgdur við samtyktina, men dylur tó ikki fyri, at hann hevði vónað, at øll londini tóku undir við henni, so broytingarnar kundu verið einmælt samtyktar.

– Lat okkum vóna, at øll fara at taka undir við samtyktini sum frálíður og fylgja nýggju reglunum, til gagns fyri umhvørvið, sigur Mitropoulos í einum tíðindaskrivi.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking