Illveðrið og klaki ávirka í løtuni streymveitingina til Kvívíkar, Leynar, Stykkið og Skælings. Ólag kom á kl. 10.59 fyrrapartin.
So skjótt líkindini verða til tað, verður farið út at kobla um.
Dagføring kl. 14:45. Kvívík, Leynar, Stykkið og Skælingur skuldu nú havt fingið streymin aftur.
Kl. 15:15 Funningur, Gjógv og Elduvík hava mist streymin. So skjótt tað verður møguligt, verður farið út at kobla um.
Dagføring kl. 18.25: Funningur, Gjógv og Elduvík hava fingið streymin aftur.