Vindur og regn stóðu fyri meginpartinum av streyminum í januar, t.e. 62 prosentum, meðan olja stóð fyri 38 prosentum.
Meðan grøna elframleiðslan í januar 2021 var undir miðal orsakað av stillum frostveðri, er støðan heilt ein onnur í januar 2022. Grøna elframleiðslan royndist sera væl í váta og ruskuta veðrinum, og fyri fyrstu ferð fór samlaða framleiðslan úr varandi orku upp um 24 GWt ein einstakan mánað. Framleiðslan var yvir 80 prosent grøn í tilsamans 19,23 tímar.
Vatnorkan kom upp á 17,7 GWt, meðan vindur og biogass rukku ávikavist 5,7 og 0,9 GWt. Væl meira enn helvtin av vatnorkuframleiðsluni varð framleidd á Eiðisverkinum, sum kom upp á 10 GWt. Eiðisverkið stóð fyri einum fjórðingi av allari framleiðsluni í januar. Avfallsnøgdin í januar í ár var 340 mm, meðan hon bert náddi 179,5 mm í januar í fjør, máld á Fitjunum í Vestmanna.
Býtið av orkukeldum í prosentum var ávikavist vatn 45, olja smá 38, vindur 15 og biogass góð 2 prosent. Eftirspurningurin eftir elorku er framvegis sera høgur, og tilsamans nærkaðist nýtslan 39 GWt, sum er 4,4 prosent hægri enn í januar 2021. Hetta er triði mánaðin á rað, at elnýtslan liggur um 39 GWt.
Vindorkan í meginøkinum royndist eisini væl við eini framgongd á 35 prosent í mun til januar 2021. Miðal vindferðin í Húsahaga var 14,8 m/sek í januar 2022, í mun til 7,8 m/sek somu tíð í fjør. Miðal vindferðin í Neshaga var 15,2 m/sek í ár, í mun til 8,3 m/sek í januar í fjør.
Í Suðuroy royndist framleiðslan úr bæði vindi og vatni væl: vatnorkan var 100% betri, og vindorkan 63% betri enn sama mánað í 2021. Tilsvarandi var termiska framleiðslan á Vágsverkinum 27% minni enn í 2021. Býtið í Suðuroy var 57% termisk orka og 43% varandi orka.
Sólorkuskipanin í Sumba royndist ikki eins væl í januar í ár og í fjør. Hetta kemst av, at lutfalsliga nógvir klárir dagar vóru í stilla kavaveðrinum í fjør. Skipanin framleiddi 1,24 MWt í januar í ár, í mun til 1,90 MWt í fjør.
Tilsamans 3,3 GWt vórðu framleiddir í Suðuroy í januar.