Altjóða orkustovnurin, IEA, stúrir fyri vaksandi ivanum, sum hevur tikið seg upp um allan heim um kjarnorku eftir vanlukkuna í Japan.
Tað segði Nobou Tanaka, stjóri í IEA, á tíðindafundi í Oslo, skrivar Teknisk Ukeblad.
- Eg skilji sjálvandi óttan, men eg stúri fyri, hvørja ávirkan hetta fer at fáa á undirtøkuna fyri kjarnorkutøknini, segði Tanaka.
Hann mælti øllum til at geva tol til haldgott tilfar er fingið til vega, ið gevur eina greiða lýsing av trupulleikunum á japonsku kjarnorkuverkunum.
Kunnu læra av hesum
– Vit kunnu læra av hesi syrgiligu vanlukku í framtíðar nýtslu okkara av kjarnorku. Eg undirstriki samstundis, at framleiðsla av kjarnorku bert kann fara fram undir strangastu reglum innan trygd og váða, segði Tanaka.
IEA hevur áður spátt økta nýtslu av kjarnorku í framtíðini, men sigur, at hetta nú kann broytast í ljósinum av støðuni í Japan.
– Eg veit ikki fyri vist, hvussu støðan í Japan fer at ávirka framtíðar nýtslu av kjarnorku. Gjøgnumgongdin fer at taka rúma tíð, men endurbyggingin og økingin av kjarnorku kann bera í sær hægri kostnað og útsetanir. Hetta kann hava við sær, at kjarnorka ikki fer at hava ein so týdningarmiklan leiklut í langtíðarútlitunum, sum vit higartil hava roknað við, segði Nobou Tanaka.