Í dag rakar elprísurin í Danmark loftið

Tað verður metdýrt at hava ljósið tendrað í kvøld, upplýsir Dansk Energi.

Millum kl. 17 og 19 danska tíð í dag hækka elprísirnir í Danmark til tað mesta nakrantíð. Prísurin fyri ein kilowatttíma kemur heilt uppá 15 krónur, upplýsir Dansk Energi.

- Seinastu vikurnar hava vit havt rættiliga høgar elprísir í Danmark og hinum skandinavisku londunum. Men í dag raka vit sokallaða prísloftið. Hetta eru snøgt sagt hægstu prísirnir, ið hava verið skrásettir í Danmark nakrantíð, sigur Stine Grenaa Jensen ráðgevi í Dansk Energi við Ritzau.

Til sammetingar liggur vanligi meðalelprísurin á umleið 35 oyrum fyri hvønn kilowatttíma.

Fleiri orsøkir til høga prísin

Orsøkin til óvanliga høgu prísirnar á ravmagni eru fleiri viðurskifti, sum tilsamans geva hesa óhepnu støðuna hjá familjuni Danmark, greiðir Stine Grenaa Jensen frá.

- Orsøkirnar eru, at tað er ógvuliga kalt, at tað er sera lítið vatn í goymslunum í Norra og Svøríki. Og so eru nøkur kjarnorkuverk úti av rakstri í Svøríki, sigur hon og leggur aftrat, at eystari partur av Danmark er harðast raktur av høgum prísum.

- Sjælland er sera hart rakt. Orsøkin er, at kaðalarnir millum Sjælland og Týskland eru tiknir úr rakstri vegna umvælingar. Omaná hetta eru kaðalarnir úr Svøríki eisini úr rakstri, tí Svøríki sjálvt hevur trupulleikar við prísunum, sigur Stine Grenaa Jensen.

Ikki so nógvur vindur

Til tess at brynja seg til veturin hevur Svøríki valt at umvæla fleiri orkuverk. Men veturin kom fyrr enn svensku orkufeløgini høvdu roknað við, og nú standa brúkararnir við himmalhøgum elprísum.

Stine Grenaa Jensen vísir eisini á, at framleiðslan av vindorku í løtuni er minkað í ferð. Tað er nógv minni vindur enn vanligt hesa ársins tíð.

Samstundis er skipanin meira viðkvom mótvegis óhappum, sum tildømis at ólag kemur á flutningskaðalar ella orkuverk.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking