Í 2020 stava 80 pst. av elframleiðsluni frá varandi orkukeldum

Og í 2050 stendur varandi orka fyri mestsum allari elframleiðsluni, segði løgmaður í løgmansrøðu síni ólavsøkudag.

Í 2020 skulu 80 pst. av elframleiðsluni í Føroyum stava frá varandi orkukeldum, og innan 2050 skal talan vera um nærum 100 pst.

Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í løgmansrøðu síni ólavsøkudag.

Løgmaður segði m.a. soleiðis um orkuviðurskifti:

Føroyski búskapurin er heftur at olju. Meira enn 90 prosent av okkara orkunýtslu stava frá oljuúrdráttum, og í fjør innfluttu vit olju fyri nærum eina milliard krónur.

Heildarætlan fyri elorkuøkið

Ein heildarætlan fyri elorkuøkið verður tøk í næstum. Ætlanin skal vísa á eina leið, har orkuframleiðslan á landi verður grundað á varandi orkukeldur.

Í 2020 skulu meiri enn 80 prosent av elframleiðsluni stava frá varandi orkukeldum, og miðað verður eftir, at áðrenn 2050 skal talið vera nærum 100 prosent.

Vindur og sjóvarfall

Skal yvirskipaða málið røkkast, er neyðugt at fremja munandi tiltøk og broytingar. Vindur og seinni eisini sjóvarfall skulu gerast grundarlagið undir elframleiðsluni. Vatn skal nýtast at virðisøkja og goyma vindorku, og olja skal vera til at taka.

Elveitingarlógin verður endurskoðað og gjørd smidligari, so tað verður lættari hjá nýggjum aktørum at sleppa framat.

Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu skerja útlátið av veðurlagsgassum í minsta lagi 20 prosent fram til 2020. Frágreiðing um veðurlagspolitikk Føroya verður løgd fyri tingið í heyst, og hon fer at lýsa, hvussu gongur at røkka málinum, segði løgmaður m.a. í røðu síni, sum løgtingið fer at umrøða á løgtingsfundi í morgin kl. 9.30.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking