Hvørt spart oljukilowatt er vunnið umhvørvi

Við hesum í huga ætlar SEV í komandi ári at gera eitt miðvíst átak fyri at fáa føroyingar meiri tilvitaðar um elorkunýtslu, upplýsti nevndin í elfelagnum á eykaaðalfundi fyrrapartin.

SEV fer í komandi ári at gera eitt miðvíst átak fyri at fáa føroyingin meiri tilvitaðan um elorkunýtslu.

Hetta upplýsti nevndin í felagnum í frágreiðing til eigararnar (kommunurnar - red.) á eykaaðalfundi á Hotel Føroyum fyrrapartin.

Í frágreiðingini lýsir nevndin tey mál í SEV, sum hon metir hava størstan áhuga hjá eigarunum. Niðanfyri prenta vit frágreiðingina í fullari longd:

Mál og samstarv

"The voyage of discovery lies not in finding new landscapes, but in having new eyes". Orðini eigur Marcel Proust.

Fyri júst einum ári síðani samtykti Føroya Løgting, Veðurlagspolitikk Føroya. Ein politikkur, sum hevur sín greiða málsetning um, at Føroyar skulu fylgja altjóða ásetingum og minka um útlátið av veðurlagsgassum við 20% til ár 2020.

Beinleiðis avleitt av veðurlagspolitikkinum verða víðfevndar og fíggjarliga krevjandi útbyggingar á virkisøkinum hjá SEV. Skulu vit fylgja áleggingunum í veðurlagspolitikkinum, skulu 75 % av elframleiðsluni í Føroyum stava frá varandi orku í 2020. Hetta samstundis sum samlaði elorkutørvurin er vaksandi, m.a. tí at eitt nú upphiting av húsum og bilferðsla í størri mun gerast elrikin.

Nevndin í SEV tók politisku áleggingarnar til sín.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í veðurlags- og orkumálum, kunnar SEV-nevndina og leiðsluna um Veðuirlagspolitikk Føroya.

Í eini roynd at líta langt og samstundis virka beinanvegin, setti nevndin sær fyri at fremja verkætlanina Eiði 2. Henda verkætlanin er fyrireikað gjøgnum fleiri ár og verður nú framd í verki.

Samanumtikið víðkar ætlanin um framleidda máttin á Eiðisverkinum við einum triðingi og bøtir um partin av elorku, framleiddur úr varandi orku, við 6%. Kostnaðurin av verkætlanini er mettur til 250 mió. kr., og verður hon liðug í 2013.

Nevndin er av teirri áskoðan, at samstundis sum varandi orkuloysnir skulu troytast, er avgerandi, at orkuátøkini í minst møguligan mun gera skaða á fjølbroytta og viðbrekna náttúruríkidømið, føroyingar eiga.

Karmarnir broyttir

Formligu karmarnir hjá SEV eru nógv broyttir, síðani nýggja elveitingarlógin varð sett í gildi. Ikki minst tann veruleiki, at Elveitingareftirlitið er vorðið yvirskipaður myndugleiki í mun til SEV, ger, at samstarv og gott samskifti millum partarnar er ein aðaltáttur í royndini at lyfta stóru uppgávuna, sum vit í felag hava sambært veðurlagspolitikki Føroya.

Ari Johanneson og Jógvan Thomsen frá Elveitingareftirlitinum.

Júst hesin veruleiki ger, at nógv hevur verið fundast millum partarnar fyri betur at skilja leiklutin hjá hvør øðrum. Báðar leiðslur, umframt landsstýrismaðurin í Elveitingarmálum, Johan Dahl, nevnd og formansskapur hava verið partar av samskiftinum, alt eftir hvørjir tættir í samstarvinum hava verið viðgjørdir.

Vónandi eru lunnar lagdir undir eini tilgongd, sum skapar virðing, rásarúm og felags fatan partanna millum.

Príshækkingar

Ítøkiliga úrslitið av samráðingunum til hesa fíggjarætlan er ein semja um príshækking á 15 oyru fyri hvønn kilowattíma.

Høvuðsorsøkin til príshækkingina er hækkandi oljuprísur. Oljuprísinum eru vit ikki harrar yvir, og einasta rætta átak at steðga gongdini, er í nógv størri mun at gera seg óheftan av oljuni og at menna varandi orkuloysnir. Hesar veita føroyska samfelagnum orkutrygd, samstundis sum vit sum samfelag taka altjóða ábyrgd í mun til útlát av veðurlagsgassum.

SEV fer í komandi ári at gera eitt miðvíst átak fyri at fáa føroyingin meiri tilvitaðan um elorkunýtslu. Eitt orkuár, har føroyska familjan veruliga raðfestir orkusparandi loysnirnar, hevði verið eitt hugskot at borðreitt fyri landsstýrinum.

Hvørt spart oljukilowatt er vunnið umhvørvi. Við hesum í huga ætlar SEV í komandi ári at gera eitt miðvíst átak fyri at fáa føroyingar meiri tilvitaðar um elorkunýtslu.

Megna vit at minka um elorkunýtsluna, minka vit somuleiðis um trýstið á stóru útbyggingunum, umframt at vit minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Hvørt spart oljukilowatt er vunnið umhvørvi!

Í mun til rakstrarfortreytirnar hevur felagið sum aðalmál at skipa raksturin so kostnaðarlágan sum til ber, uttan at trygdin verður sett til viks. Tá eingir beinleiðis kappingarneytar eru at sammeta við, mælir nevndin til at nýta “benchmarking”-hættir til tess at tryggja, at brúkarin fær sum mest fyri kostnaðin.

Tryggar fíggjarligar fortreytir undir tryggari elveiting

Støðugar fíggjarligar fortreytir hjá felagnum er grundarlagið undir einum støðugum høgum støði á elveitingini í Føroyum. Harumframt metir nevndin tað avgerandi fyri fíggjarligu trygdina undir felagnum, at lánibyrðan ikki gerst ov tyngjandi í mun til dagliga raksturin.

Nógv tann størsti parturin av elorkuútbyggingum innan varandi orku hevur seinastu mongu árini verið vatnorka. Nú er boringin suður ímóti Selatrað byrjað. Eftir ætlanini kemur hesin parturin í rakstur tíðliga í 2013. Samstundis er tilbygging byrjað á Eiðisverkinum, har tann 3. turbinan skal uppsetast.

Víkarvatn, sum tað tekur seg út í dag.

Nevndin ger í inniverandi ári kanningar av møguligari vatnorkuverkætlan í Norðurstreymoy viðvíkjandi Víkarvatni. Tær kanningarnar verða lidnar síðst í árinum, og í komandi ári verða árinskanningar gjørdar. Kunnandi fundur, sum var almennur, var í Eydnuni á Oyrarbakka tann 4. oktober, har fleiri enn 100 fólk luttóku.

Vindmylluskipan við løðistøð og pumpuskipan

Sjónarringurin innan varandi orku er tó nógv víðari enn so. SEV fer í 2011 at lýsa og kanna aðrar varandi orkutættir. Serliga verður hugsað um at lýsa og kanna møguleikarnar fyri vindmylluskipan við løðistøð í Húsahaga, at kanna nærri møguleikarnar fyri samstarvi um pumpuskipan í Vestmanna og møguliga í Suðuroy við.

Innan sjóvarfalsorku hevur SEV stuðlað verkætlanini hjá Fróðskaparsetur Føroya við Knud Simonsen, lektara, har hann kortleggur møguleikarnar kring Føroyar og framhaldandi fylgir við tøkniligu menningini á økinum. Knud hevur í fleiri umførum havt fyrilestrar fyri SEV um gongdina í verkætlanini, soleiðis at felagið er dagført innan møguleikarnar fyri útbygging við sjóvarfalsorku í Føroyum.

Knud Simonsen.

Í vár var kanningin hjá SEV um pumpuskipanir í Føroyum liðug, og niðurstøðan var, at aðrir møguleikar eru, sum búskaparliga loysa seg betur, og víst verður á eina battarískipan/løðistøð.

Tann 15. apríl gav Elveitingareftirlitið Sp/f Røkt eitt fyribilsloyvi til pumpuskipan í Heygadali. SEV hevur kært hesa avgerð, tí vit meta, at bæði feilir og manglar eru knýttir at hesi avgerð. Hinvegin meta vit, at tað er rætt at fáa lýst øll viðurskiftir viðvíkjandi slíkum pumpuskipanum, og hetta er eisini orsøk til, at vit stuðlaðu seminarinum ‘Energilagring i vand’, sum varð hildið í Norðurlandahúsinum tann 28. og 29. september 2010.

Samstarvið við Dong Energy

Grana-samstarvið, sum vit hava saman við Dong Energy, heldur fram. Arbeitt verður í løtuni á 4 breytum: veðurforsagnir, vindmyllutøkni, kontrollrúm og elbilar.

Amerikanska fyritøkan Boeing hevur eisini víst hesum samstarvinum ans, og hava umboð verið í Føroyum í døgunum 22. til 24. juni á kunningarferð.

Umboð fyri Boeing og SEV avmyndað uttanfyri SEV-høvuðsskrivstovuna.

Vit eru sera hørm um, at alduorkuverkið ALDA, sum dótturfelagið SeWave stóð á odda fyri at menna, eftir øllum at døma hevur fingið sín deyðadóm við sýtandi svarinum frá landsstýrinum.

SEV átók sær berandi leiklutin av verkætlanini frá landinum og hevur ment ætlanina fram til støðutakan. Herundir fingið treytað byggiloyvi frá Sands kommunu, fingið játtað stuðulstilsøgn frá FP-6 rammunskránni hjá EU umframt bundið seg til sín part av fíggingini.

Drálið frá landsstýrinum, og at enda noktandi svarið um partsfígging, hevur viðført, at EU hevur tikið aftur sína stuðulstilsøgn.

Líkt er til, at alduorkuroyndarverkið hjá SeWave verður av ongum vegna vantandi undirtøku frá landinum.

Ein djørv roynd at menna orku úr varandi føroyskum tilfeingi er steðgað. Fyribils í hvussu er. Nevndin í SeWave hevur fingið til uppgávu at koma við tilmæli um, hvussu felagið SeWave og tilfarið handan ætlanina verður gjørt upp og møguliga selt.

P/F Fjarhitafelagið, sum SEV eigur 50 % av, hevur eina byggiætlan við einari tiltaksveitingarstøð inni á Gøtu í Hoyvík. Ávís mótstøða til støðbyggingina hevur tikið seg upp. Umhvørvisstovan kannar og eftirmetir loyvið, sum tey góvu til byggingina.

Vitjanir og samstarv

Nevndin hevur ikki verið á kanningarferð uttanlands í ár, men formaðurin var tíðliga í summar boðin á ráðstevnu hjá amerikanska sendiharranum í Danmark, Laurie Fulton. Amerkanski sendiharrin varð annars á vitjan hjá SEV fyrr í vár.

Somuleiðis var HKH Henrik prinsur á vitjan hjá SEV í summar. Vitjað var á Mýruverkinum og varaløgmaður Jørgen Niclasen var við prinsinum. Greitt var frá um felagið og um leiklutin hjá SEV at náa ásettu málunum í samtykta veðurlagspolitikkinum.

Heindrikur prinsur vitjar á Mýruverkinum í summar.

Fundur var við Røkt í vár, og nevndin hevur í heyst skipað fyri samstarvsseminari í Vestmanna. Evnið var pumpuskipan. Umframt nevnd og leiðslu felagsins, landsstýrimannin í vinnumálum Johan Dahl, luttóku umboð fyri Sp/f Røkt, Elveitingareftirlitið, Jarðfeingi og Vinnumálaráðið.

Fundur hevur í summar verið við Sunda kommunu um vatnorkuútbyggingar, herundir Eiði 2 Suður, og um eina møguliga Víkarvatnsætlan.

Nakrir eigarar hava spurt um íognarviðurskiftini, og víst varð til frágreiðing, gjørd av sakførara felagsins, sum var framløgd á umboðsnevndarfundi tann 30. apríl 2008.

Samstarvsavtala er gjørd við Landsverk um, hvussu farast skal fram, tá ið leiðingar verða lagdar í landsvegirnar. Avtalan umfatar bæði ásetingar um, hvussu vit samskipa ætlanina og treytirnar fyri, hvussu uppgávurnar verða framdar.

Sterkstreymsútbúnaður og elinnleggjarar

Vinnumálaráðið hevur sett sær fyri, at lógirnar innan sterkstreymsútbúnað og løggilding av elinnleggjarum skulu dagførast, sum m.a. broytir ábyrgdarbýtið soleiðis, at Elnevndin sum hevur beinleiðis tilvísing til landsstýrismannin, skal varða av øllum hesum økinum.

Í hesum sambandi hevur felagið havt ein konstruktivan og virknan leiklut saman við Elnevndini. Tað er av stórum týdningi, at góða støðið í verandi eleftirliti verður tryggjað og varðveitt.

Vinnumálaráðið, ið eisini umsitur elveitingarmál, ætlar at dagføra lógirnar innan sterkstreymsútbúnað og løggilding av elinnleggjarum.

Í Vinnumálaráðnum eru tey í løtuni í holt við at endurskoða landsins treytir og mannagongdir viðvíkjandi útboði og innkeypi. SEV er limur í Byggiharrasamtaki Føroya og sostatt partur av einum serbólki í hesum arbeiðinum. Serbólkurin vegleiðir um bygging og anlegg.

Nevndin hevur umrøtt spurningin, um hvussu arbeiðir hjá SEV, bæði verklig og ráðgevandi, verða boðin út, og fer at gera tað, sum er neyðugt til tess at tryggja kapping á øllum økjum, har til ber.

Starvsfólkaviðurskifti

Tann 6. juni í ár hevði Kári Nielsen úr Vestmanna starvast sum vaktarmaður á Fossáverkinum hjá SEV í 50 ár. Fyri hetta fekk hann fortjenstmedalju úr silvuri frá HM drotning Margrethu, sum varð handað honum undir innanhýsis móttøku á skrivstovuni í Havn.

Arbeitt hevur verið við at orða missión, visión og virðir hjá felagnum. Saman við uttanhýsis ráðgevum er hetta gjørt soleiðis, at bæði nevnd, leiðsla og starvsfólk hava givið sítt íkast. Arbeiðið er nú liðugt, og faldari gjørdur, sum lýsir orðingarnar og greiðir frá øllum arbeiðinum.

Hákun Djurhuus heilsar uppá Kára Nielsen, ið hevur starvast hjá SEV í eina hálva øld.

Hildið verður fram við innleiðandi kanningum í sambandi við eina møguliga víðkan av skrivstovubygninginum við Landavegin. Felagið, umboðað av formansskapinum í nevndini, stjóranum og báðum deildarstjórunum, hevur havt ein fund um málið saman við uttanhýsis ráðgevum í hesum máli.

Elveitingareftirlitið

Drúgt samskifti hevur verið við Elveitingareftirlitið um fíggjarkarmarnar fyri felagið. Partarnir skilja nú nógv betur uppgávurnar hjá hvør øðrum.

Felagið hevur vegleitt eftirlitið í uppgávu teirra at standa fyri almennari útbjóðing í sambandi við vindorkuútbygging. Í summar undangóðkendi eftirlitið 5 umsøkjarar, og SEV var ein teirra. Ein stór uppgáva í sambandi við útbjóðingina er at áseta tær elteknisku treytirnar fyri at fáa loyvi at framleiða streym inn á elkervið.

SEV er limur NESIS bólkinum hjá Eurelectric, sum er áhugafelagið hjá elfeløgum í EU. Styttingin NESIS stendur fyri Network of Expert in Small Islands Systems. Á hendan hátt fáa vit møguleikar at sammeta okkum við onnur elfeløg í smáum oyggjasamfeløgum.

Umvælingar á Fossáverkinum

Generatorhavarí var á størru turbinuni á Fossáverkinum í januar. Harvið mistu vit nakað av framleiðslu í 3 mánaðir, og kostnaðurin av sjálvari umvælingini liggur um einar 4,0 mió.kr.

Rør og turbinur á Fossáverkinum eru sandblást og málað í summar. Eisini eru turbinurnar umvældar. Samlað hevur tann kostnaðurin ligið um 13 mió. kr. Roknað verður við, at verkið kemur í framleiðslu aftur um miðjan desember í ár.

Í sambandi við uppstart eftir umvælingarnar hendi eitt generatorhavarí á minnu turbinuna. Generatorurin er sendur av landinum. Kostnaðurin er mettur til 4,0 mió. kr. Væntandi koyrir turbinan aftur í februar mánað komandi ár.

Oljuóhappið í Vági kostaði SEV umleið 300 tús. kr.

Oljuóhappið í Vági

SEV harmast óhappið í Vági tann 14. mai í ár í sambandi við eina yvirrenning úr dagtangaskipanini. Uml. 15 m3 av gassolju fóru á sjógv. Boðað varð frá hendingini, og sløkkiliðið í Vági hevur staðið fyri uppruddingini. Øll oljan varð tikin upp. Samlaði kostnaðurin er uml. 300.000 kr.

Neyv frágreiðing er gjørd um hendingina, og nógvar rættandi atgerðir eru settar í verk. Í hesum sambandi játtaði nevndin 1,0 mió.kr. til rættingar og kanningar, m.a. hevur nevndin gjørt av at fáa uttanhýsis kanning av trygdarskipanunum hjá elfelagnum.

Nevndin er als ikki nøgd við áhaldandi oljuóhappini og hevur álagt leiðsluni at leggja størri dent á fyribyrgjandi tiltøkum á hesum økinum.

Jákup Sørensen, verkmeistari á Sundsverkinum, tekur ímóti ISO 14001-skjalinum frá Norsk Veritas.

Í september mánað varð umhvørvisleiðsluskipanin á Sundsverkinum góðkend eftir krøvunum í ISO14001 treytunum. Hetta er fyrsta góðkenning av hesum slag í Føroyum.

Ymisk viðlíkahaldsarbeiðir eru gjørd í høgunum, har vatnorkuverkini eru á Mýrunum í Vestmanna og í Botni í Suðuroy.

20 kV transformarin á Eiðisverkinum varð sendur av landinum, aftan á at tað var staðfest, at hann var í ringum standi. Transformarin verður umvældur í løtuni og kemur aftur í rakstur í ár. Kostnaðurin liggur um 1,5 mió. kr.

Ólag á streymveitingini

Ikki slepst heilt undan, at ólag kemur á streymveitingina, og viðhvørt førir hetta til black-out, t.v.s. øll veitingin steðgar. Hetta hendi aftur fríggjakvøldið tann 5. november í meginøkinum. Felagið metir ikki slíkar støður at vera nøktandi fyri eitt nýmótans orkufelag sum SEV.

Samanumtikið hevur árið verið sera hendingaríkt við nógvum avbjóðingum á dagsskránni.

Farið væl við jørðini. Hon varð ikki givin okkum frá foreldrunum. Vit hava lænt hana frá børnum okkara. Síðstu orðini vóru lænt úr Kenyanskum orðataki.

Tórshavn, tann 27. november 2010

Nevndin í SEV



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking