Hvørjar kanningar sipar tú til, Annika?

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, svarar grein í fjølmiðlunum hjá fyrrverandi landsstýriskvinnuni í veðurlags- og orkumálum, Anniku Olsen.

Fyrrverandi landsstýriskvinnan í veðurlags- og orkumálum, Annika Olsen, heldur í grein um dagarnar upp á, at “kanningar nú hava víst, at eitt nú vindorka og sjóvarfallsorka eru búskaparliga skilabetri orkukeldur at troyta, heldur enn vatnorkuútbyggingar”.

Greinin er m.a. endurgivin í tíðindasendingum hjá Kringvarpinum, uttan at útvarpsfólkini ómakaðu sær at spyrja hana, hvørjar kanningar, hon sipaði til. Heldur ikki legði útvarpið í at biðja okkum um viðmerkingar til uppáhald hennara, sum sostatt slapp at standa einsamalt.

Tískil loyvi eg mær at seta Anniku Olsen spurningin, sum útvarpsfólkini sjálvandi áttu at havt sett henni: Hvørjar eru hesar kanningarnar, sum tú sipar til, Annika?

Vind- og sjóvarfallsorka

Í Føroyum eru í løtuni 5 prosent av vindorku á elnetinum. Hetta er júst sama tal sum í ES.

Í Danmark er framleiðslan av vindorku 20 pst. av samlaðu donsku elnýtsluni, men harav verður fittur partur seldur til onnur skandinavisk og evropeisk lond, við tað at hesi lond eru knýtt í eitt felags net.

Restin av elnýtsluni í Danmark verður í høvuðsheitum nøktað við fossilum orkukeldum, sum t.d. kolaverkum, umframt vatn- og kjarnorku, ið verður innflutt úr grannalondunum fyri norðan, eystan og sunnan.

Orsøkin til, at streymur ikki verður framleiddur úr streymi (sjóvarfalli), sum eisini Bergur Jacobsen eftirlýsir í grein á Vágaportalinum, er, at burðardygg tøkni til slíka framleiðslu ikki verður tøk fyrrenn í fyrsta lagi um 5-10 ár.

Til samanberingar kann nevnast, at tað hevur tikið eini 30 ár at menna vindmyllutøknina til tað, vit síggja í dag.

Tí ger hetta ikki forvitni okkara minni at fáa at vita frá Anniku Olsen, hvaðani hon hevur sínar upplýsingar um, at vit skulu klára okkum við vind- og sjóvarfallsorku.

Kann annars upplýsa í hesum sambandi, at Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, m.a. við stuðuli frá SEV, seinastu tvey árini hevur fingið staðfest, hvar í landinum møguleikar eru fyri at fáa elorku burturúr sjóvarfalli.

Hetta meta vit sum eitt skilagott og neyðugt fyrsta stig í útbyggingini av sjóvarfallsorku.

Veðurlagspolitikkurin

Sum Annika Olsen vísir á, sigur veðurlagspolitikkur okkara m.a., at í 2020 skulu 75 % av elorkuframleiðsluni í Føroyum stava frá varandi orkukeldum. Sum er liggur hesin parturin um 40 %.

Fyritreytin fyri at røkka hesum málinum innan 2020 er, at vit gagnnýta vatn – og vindorkuna. Vit hava snøgt sagt onki annað val!

Stóð tað til okkum, vóru tríggjar vindmyllur longu bílagdar aftrat til Neshaga, men sum eg gjørdi vart við í aðrari grein herfyri, hava vit ikki enn fingið framleiðsluloyvi frá Elveitingareftirlitinum.

Útbyggingin av vatnorkuni frá Norðskála suður til Veðranes, verður liðug um eitt gott ár ella so, og fer at økja tilgongdina av vatni til Eiðisverkið við 16-17 GWh.

Fáa vit loyvi at fremja Eiði 2 ætlanina fult út, soleiðis sum friðingarmyndugleikarnir í síni tíð góvu loyvi til, tvs. fara suður til Gjógvará, fáa vit 4 GWh aftrat – og hetta seinasta fyri ein sera lágan útbyggingarkostnað.

Vinningurin av hesum hevði verið – umframt meiri grøna orku - minni oljuinnflutningur, minni oljuútreiðslur og minni CO2-útlát. Alt fult í tráð við veðurlagspolitikkin og samstundis eitt greitt tekin um, at SEV tekur sín part av uppgávuni at røkka málunum í veðurlagspolitikkinum í fullum álvara.

Tí harmar tað meg og okkum, tá fyrrverandi landsstýriskvinnan í veðurlags- og orkumálum leggur ódokumenterað uppáhald fyri dagin.

Hákun Djurhuus,

stjóri í SEV


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking