Í næstu viku verður eitt nýtt, áhugavert og spennandi átak avdúkað undir heitinum "Nordisk Energikommune", hvørs endamál er at fáa fram og stuðla átøkini hjá norðurlendskum kommunum fyri burðardyggum orku- og veðurlagsloysnum. Norðurlendsku orkumálaráðharrarnir bjóða øllum kommunum í norðurlondum at luttaka.
Tað skrivar danskenergi.dk.
Býir standa fyri meginpartinum av heimsins orkunýtslu og CO2-útláti. Skal útlátið niður, eru kommunurnar ein týdningarmikil luttakari. Tær kunnu vera við til at útinna norðurlendsku visjónina um at leggja um til grønan vøkstur og fossil-óheft ella CO2-neutral samfeløg í framtíðini.
Umsóknarfreistin er 20. januar 2011
Norðurlendska Ráðharraráðið setir í hesum sambandi átakið ”Nordisk Energikommune” á dagsskrá fyri norðurlendska orkumálaráðharrafundin næsta mánadag. Átakið fer fram í 2010 og 2011 undir danska og finska formansskapinum, og umsóknarfreistin er 20. januar 2011.
Norðurlendsku orkumálaráðharrarnir vilja fegnir hava allar kommunur í norðurlondum at luttaka í kappingini.”Nordisk Energikommune” skal virka sum ein sýnisgluggi fyri lokalum norðurlendskum orkuloysnum í bæði regionalum og altjóða høpi. Átakið skal haraftrat meðvirka til at økja tilvitanina um burðardyggar orkuloysnir hjá lokalu aktørunum og skapa ein pall fyri samstarvi millum norðurlendsku kommunurnar.
Í sambandi við almannakunngerðingina 25. oktober fær átakið sína egnu heimasíðu, har fleiri upplýsingar fáast um átakið, umsóknartilfar til kappingina v.m.