Hvør er fremsta orkukommuna í norðurlondum?

Tríggjar kommunur úr Føroyum hava møguleika at vera við í finaluumfarinum. Tilmeldingarfreistin er úti hósdagin.

Hósdagin 20. januar er seinasta freist hjá kommunum at tekna seg til kappingina "Norðurlendsk Orkukommuna", sum Norðurlandaráðið skipar fyri.

Endamálið við kappingini er at seta fokus á burðardygga orku, grønan vøkstur og orkurelateraða veðurlagsarbeiðið í norðurlondum.

Dentur verður í hesum sambandi lagdur á at veita teimum norðurlendsku kommununum, ið gerar serliga nógv burturúr slóðbrótandi orkuverkætlanum, eina viðurkenning.

Allar kommunur bodnar við

Allar norðurlendskar kommunur hava møguleika at vera við í kappingini at gerast Norðurlendsk Orkukommuna.

Treytin fyri at luttaka er, at ein umsókn verður send inn, sum lýsir eina serliga slóðbrótandi orkuverkætlan í kommununi.

Í fyrsta umfari verða upp til 3 kommunur úr hvørjum norðurlandi og sjálvstýrandi økjum tilnevndar (nomineraðar). Síðani verður í vár ein endaligur vinnari kosin sum "Norðurlendsk Orkukommuna 2011".

Umsóknarfreistin er úti hósdagin 20. januar 2011 kl. 11.00.

Meira um kappingina á nordiskenergikommune.org 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking